Bankin komin í glas og rammu

Nýggi bygningurin hjá BankNordik á Húsagarði í Havn er nú um at vera innilokaður – ella komin í glas og rammu, sum myndin vísir.

Nýggi bygningurin hjá BankNordik á Húsagarði í Havn er nú um at vera innilokaður – ella komin í glas og rammu, sum myndin vísir.

 

Tað er nýtt høvuðssæti, sum BankNordik byggir á Húsagarði í Havn. Tað er Articon, sum stendur fyri byggingini.

 

Og tíðarætlanini tykist halda, tí sambært henni, so skuldi bankin innilokast í november – og í juni komandi ár skal bygningurin verða liðugur.

 

Janus Petersen segði við info í oktber, at talan hevur veirð um ein skjóta tilgongd.

 

– Vit útskrivaðu eina kapping í juni í fjør, og tað hevur gingið skjótt at tekna og prosjektera ætlanina, segði hann.

 

Hann segði eisini, at ongar størri broytingar eru gjørdar frá upprunatekningunum, men at ikki slapst undan, at okkurt má broytast, tá byggingin er farin í gongd.

 

– Bygningurin sær út sum á tekningini. Harumframt hava vit raðfest ljós- og ljóðviðurskifti og inniklima rættiliga høgt, fyri at gera arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum so góðar sum møguligt, sigur hann.

 

BankNordik hevur selt bygningin í miðbýnum og bygnignin í Húsagøtu til Tórshavnar kommunu slakart 100 milliónir krónur. Og tá nýggi bygnignurin kostar góðar 100 milliónir, so er tað stórt sæð Tórshavnar Kommuna, sum fíggjar byggingina av nýggja og stásiliga bygningin, ið sum eitt annað bábelstorn sæst kring allan býin, har hann dagar upp á Húsagarði mitt í høvuðsstaðnum.

 

Eftir at nýggja høvuðssætið er liðugt, fara øll starvsfólkini, sum í dag starvast í Húsagøtu, í Gongini og í miðbýnum at vera savnað undir somu lon.