BankNordik hevði framgongd í triðja ársfjórðingi. Tað sigur bankin í tíðindaskrivi í morgun.
Rakstrarúrslitið fyri ársfjórðingin gjørdist 65 mió. kr. Betraða avlopið stavar frá øktum inntøkum, lægri útreiðslum og niðurskrivingum á útlánum fyri bert 14 mió. kr.
Virksemið í Danmark gevur avlop, nú útreiðslurnar til samansjóðing eftir yvirtikna virksemið frá Amagerbanken eru av.
Úrslitið fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar gjørdist eitt avlop á 80 mió. kr. fyri skatt, og bankin varðveitir væntaninar til úrslitið fyri árið.
Rakstrarinntøkurnar hjá BankNordik í triðja ársfjórðingi gjørdust 226 mió. kr. Inntøkurnar eru harvið í samsvari við væntanir bankans og á sama stigi sum undanfarnu tveir ársfjórðingarnar. Hetta er rokkið hóast tær avbjóðingar, ið metlága rentustøðið hevur við sær.
Rakstrarútreiðslurnar vóru 147 mió. kr, sum er lægri enn undanfarnu fýra ársfjórðingarnar síðani yvirtøkuna av sunnu pørtunum av Amagerbanken 1. juli 2011.
Sostatt varð ársfjórðingsúrslitið 79 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar í mun til 66 mió. kr. hinar báðar undanfarnu ársfjórðingarnar. Samanlagt góvu ársins fyrstu tríggir ársfjórðingar eitt úrslit á 210 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar og serligar postar.
Vit eru fegin um, at vit megna at varðveita og enntá økja um avlopið í vanliga virksemi okkara. Ikki minst tá vit hava truplu rentuviðurskiftini í huga. Tað er tekin um styrki bankans, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Úrslitið fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar er 80 mió. kr. fyri skatt og 71 mió. kr. áðrenn virðisjavna og sektorútreiðslur. Bankin heldur fast við væntaninar um eitt ársúrslit á 80-140 mió. kr. fyri skatt, virðisjavna og sektorútreiðslur.
Niðurskrivingar á útlánum fyri ársfjórðingin vóru einans 14 mió. kr., sum er munandi lægri enn áður. Samanlagt gjørdust niðurskrivingarnar ársins fyrstu tríggjar ársfjórðingar 79 mió. kr.
Rakstrarúrslitið gjørdist 65 mió. kr. áðrenn serligar postar. Hesir postar vóru samanlagt ein inntøka á 3 mió. kr. í triðja ársfjórðingi og í stórstan mun knýttir at virðisjavna.
Samansjóðingin av virksemi okkara og yvirtikna virkseminum frá Amagerbanken var at kalla fullfíggjað fyri farna summar. Hetta var eitt stórarbeiði fyri øll, ið vóru við, og munandi útreiðslur vóru knýttar at hesum í fyrra hálvári. Hesin ársfjórðingsroknskapur er hin fyrsti uttan tílíkar ikki afturvendandi útreiðslur, og virksemið í Danmark vísir nú eitt gott avlop á 28 mió. kr., sigur Janus Petersen.
Við eini eginogn á 2,0 mia. kr. og ábyrgdarláni á slakar 0,7 mia. kr. hevði bankin, tá triðji ársfjórðingur var av, ein solvens á 13,8 % eftir afturkeyp av ábyrgdarláni fyri 150 mió. kr. í juli. Hetta skal síggjast í mun til ein solvenstørv á 8,9%. Politikkurin hjá BankNordik er at varðveita ein høgan solvens munandi omanfyri kravda stigið.
Sama er við gjaldføri bankans, sum var 2,6 ferðirnar omanfyri kravda stigið, tá ársfjórðingurin var av.
Í 2010 keypti BankNordik munandi virksemi frá Sparbank og harumframt sunnu partarnar av Amagerbanken í fjør. Virksemi bankans varð harvið meira enn tvífaldað tey bæði árini, mett eftir innlánum. Tískil vóru innanhýsis umleggingar í bankanum neyðugar, bæði fyri kundatænastuna og áhaldandi betringina av kappingarførinum, sum bæði hava stóran týdning fyri bankan. Samstundis eru deildir lagdar saman í Danmark og Grønlandi, og starvsfólkatalið er minkað.
Sum fráboðað 29. oktober 2012 hevur leiðslan júst tikið nýggj stig til at gera bygnaðin í bankanum einfaldari og minka um miðfyrisitingina. Bygnaðartillagingin tryggjar ein leiðslubygnað, har stutt er millum dagligu kundatænastuna og ovastu leiðsluna. Broytingarnar styrkja virkisføri, lønsemi og kappingarføri bankans.
Rentuinntøkurnar eru framvegis undir trýsti. Royndir eru gjørdar at bøta um hetta við at fremja rentubroytingar. Afturgongdin í útlánum síðani ársskiftið heldur fram, men tykist vera komin í fasta legu, og útlánini fara væntandi at vera á óbroyttum stigi við árslok.
Ein partur av yvirskipaðu strategi bankans er at reka virksemið við virkni og lønsemi. Í samsvari við hetta eru, sum áður fráboðað, stig tikin til at skerja leypandi útreiðslurnar við gjørdu bygnaðartillagingunum.
Væntanir bankans til ársúrslitið eru tískil óbroyttar. Úrslitið fyri 2012 fer sostatt framvegis væntandi at liggja um 80-140 mió. kr. fyri skatt, virðisjavna og sektorútreiðslur.