BankNordik sigur 14 fólkum úr starvi

BankNordik sigur átta fólkum í Føroyum og seks í Danmark úr starvi

BankNordik sigur í tíðindaskrivi, at talan er um tillagingar av leiðslubygnaðinum, og tí verður starvsfólkatalið í miðfyrisiting bankans minkað.
– Tað hendir sum liður í bankans stremban at reka bankan so lønsamt og kappingarført sum møguligt, sigur bankin.
Bankin sigur, at yvirtøkan av teimum sunnu pørtunum av Amagerbankan hevur hetta síðsta árið kravt nógv tilfeingi til at sameina deildir, starvsfólk, tænastur og kt-skipanir. Sameiningin er framd, og bankin hevur tí møguleika at tillaga bygnaðin, soleiðis at leiðslubygnaður og miðfyrisiting bankans passa til vanliga raksturin. Í sambandi við tillagingina fara 14 starvsfólk úr starvi, harav átta í Føroyum.
– Tað er sjálvandi harmiligt at lata dugnalig starvsfólk fara úr starvi, sigur Janus Petersen, forstjóri.
– Men hetta kemst av, at vit støðugt halda eitt vakið eyga við okkara effektiviteti. Vit hava samstundis mett, at bankin hevur brúk fyri einum einfaldari leiðslubygnaði við færri liðum millum kundahandfaringina og leiðsluna fyri at fáa ein smidligari bygnað, har avgeriðirnar vera tiknar nærri kundanum, skrivar bankin í tíðindaskrivinum.
Íroknað dagsins uppsøgnir er talið av starvsfólkum í bankanum minkað við 23 fulltíðarstørvum síðani hálvárið, tí nú starvast 560 starvsfólk í samtakinum móti 583 starvsfólk tann 30. juni 2012. Fækkanin í starvsfólkumtalinum væntast at viðføra sparingar fyri umleið 15 mió. krónur árliga.
– Væntanir bankans til ársúrslitið fyri 2012 eru óbroyttar, tí bankin væntar framvegis eitt úrslit fyri skatt, virðisjavna og sektorútreiðslur á 80 til 140 mió. krónur.