BankNordik vil vinna Grønland

Eftir minkandi avlop fyrra hálvár vil BankNordik vaksa í Grønlandi

BankNordik hevði samanlagt gott úrslit fyrra hálvár. Avlopið var 142 milliónir, og tað var munandi betri enn somu tíð í fjør. Væntaninar til ársúrslit eru eisini betri enn áður fráboðað. 

Grønlendski parturin hjá BankNordik gekk minni væl fyrra hálvár. Bankin hevði 8 milliónir í avlopi aftur í móti 14 milliónum somu tíð í fjør. Ein orsøk til afturgongdina var, at BankNordik misti ein stóran kunda í fjørheyst.
Nú ætlar BankNordik at vinna størri marknaðarlut í Grønlandi. 

– Vit hava ein marknaðarlut á milum 40 og 45 prosent í Føroyum. Tað eru vit nøgd við og kunnu neyvan vaksa. Hinvegin fara vit málrættað eftir størri marknaðarluti í Grønlandi, sigur Árni Ellefsen, stjóri BankNordik, við Sermitsiaq. 

Í løtuni er Grønlandsbankin fýra ella fimm ferðir størri enn BankNordik á grønlendska marknaðinum, men BankNordik ætlar at vinna kundar frá Grønlandsbankanum komandi tíðina.

BankNordik hevur í løtuni 20 starvsfólk í Grønlandi, og umhugsar at seta fleiri fólk í starv, skrivar Sermitsiaq.