Bannið av føroyskum skipum í Kanada: Kostar 30 milliónir dollarar:

Fiskimálastýrið hevur fingið bræv frá handlum og fyritøkum í Bay Roberts har heitt verður á at fáa viðurskiftini við kanadisku myndugleikarnar í rætt lag. Eisini borgarstjórin, Wilbur Sparks hevði undirskrivað brævið. Føroysk og estlendsk fiskiskip umfata 50% av vinnulívinum í lítla havnabýnum Bay Roberts, og er bannið tí ein dyggur fíggjarligur smeitur

Blokada
Ingrid Bjarnastein

? Hetta hevur alstóran fíggjarligan týdning fyri Bay Roberts, sigur Wilbur Sparks, sum er borgarstjóri í havnabýnum Bay Roberts, sum er á stødd við Klaksvíkina.
? Tá tær føroysku manningarnar koma í land, so er tað mitt í býnum, nær við allar hentleikar, og hetta gera teir sær sjálvandi dælt av.
Í lokala blaðnum í Bay Roberts, The Compass, stendur at lesa, at bannið fyri føroyskum og estlendskum fiskiskipum fer at kosta býnum fleiri milliónir dollarar.
? Vit harmast sjálvandi um hetta, sigur borgarstjórin, Wilbur Sparks, sum vísir á, at ein stórur partur av vinnulívinum missir inntøkur vegna bannið. Nú hava ymsar fyritøkur og handlar sent bræv til Fiskimálastýrið í Føroyum og kanadisku myndugleikarnar, har tey heita á teir, um at fáa trætuna loysta so skjótt sum gjørligt. Eisini borgarstjórin hevur skrivað undir hetta brævið.
? Eg tosaði við ein lokalan súkkluhandlara í gjár, og hann fortaldi mær, at hann hevði selt yvir 100 súkklur til fiskimenn seinasta ár. Eisini tær lokalu barrirnar og handlarnir merkja væl, at bannið er tikið við.

Gott orð á sær

Føroyingar hava ógvuliga gott orð á sær yviri í New Foundlandi. Wilbur Sparks kennir ikki sjálvur nakran føroying, men sigur, at innbúgvarnir eru glaðir fyri føroyingar, og at forholdið til teir er ógvuliga gott.
? Teir hava jú pening at brúka, og vit hava okkurt at bjóða teimum, greiðir Wilbur Sparks frá. ? Bara nøkur heilt einkul ting, sum til dømis at klippa sær hárið, verður nógv gjørt av. Hýruvognarnir merkja eisini, at føroysk fiskiskip ikki sleppa í havn, tí nú er heldur minni at gera.
Kommunan í Bay Roberts hevur stovnað eina nevnd, sum skal taka royna at fáa báðar partarnar at semjast um eina loysn. Mett verður, at bannið fer at kosta umleið 30 milliónir dollarar.
Formaðurin í nevndini, Ron Delaney sigur, at fólk í býnum og í nærøkinum eru ógvuliga skuffað av tí, sum kanadisku myndugleikarnir hava gjørt. Føroysku fiskiskipini er størsti parturin av skipunum, sum koma í havn í Bay Roberts, og hetta merkist stórliga eisini hjá oljufeløgunum. Western Petroleum, sum liggur við Bay Roberts, væntar eina minking uppá eini 40%, og hetta er jú ein dyggur smeitur fíggjarliga.
Men Føroyar verða ikki klárar til samráðingar fyrr enn aftaná løgtingsvalið tann 30. apríl, skrivar blaðið The Compass. Til ta tíð má the Town of Bay Roberts noyðast við onnur fiskiskip enn tey føroysku.