Aksel V. Johannsen, løgmaður, sigur, at tey hava kannað, um tað ber til at flyta fólkatingsvaldagin í Føroyum tveir dagar, so hann kundi verið sama dag sum løgtingsvalið.
– Men tað ber ikki til. Vit hava ikki spurt formliga, men vit hava kannað málið og skiljla á øllum brøgdum, at tað ber ikki til. Tað bar til seinast, tí tá fluttu vit tað ein dag fram. Um tað nú stendur á jøvnum, og stjórn ikki kann skipast í Danmark, fyrr enn valið í Føroyum er avgreitt, so verður eitt øgiligt trýst á Føroyar, og so kunnu vit rokna við, at danskri politikarar fara at føra valstríð í Føroyum. Tí ber tað ikki til sigur løgmaður.
Og tað ber heldur ikki til at flyta løgtingsvalið, sum varð útskrivað mikudagin, tí tað varð skrivað út við stytst møguligu freist.
Tí verður fólkatingsval í Føroyum 24. mars og løgtingsval 26. mars.
Tað er ongantíð hent áður, at fólkatingsval løgtingsval soleiðis hava rent saman.
Spurningurin er nú, hvussu flokkarnir gera við uppstilling. Ein møguleiki er at stilla somu listar upp til fólkatingsval og løgtingsval. Tað kundi verið ein góð veljarakanning – men vansin er, at har eitt valevni strýkur avstað við meginpartinum av atkøvðunum, sum til dømis hjá Javnðarflokkinum, har Sjúrður Skaale seinast fekk 3.308 atkvøður, og hjá Sambandsflokkinum, har Anna Falkenberg fekk 2.971, tá verður so lítið at býta til restina av valevnunum, sum kann vera keðiligt tveir dagar undan einum løgtingsvali.
Men høvdini eru løgd á blot í teimum sjey flokkunum. Valevnislistarnir til løgtingsvali skulu vera inn á grækarismessu 12. mars.











