Seinastu dagarnar hevur tað verið ógvuliga kalt og tað merkir, at tað eisini hevur verið sera hált. Tað hevur verið niður í 4-5 kuldastig, so tað ordiliga frystur. Landsverk sigur, at tá ið tað er so kalt, er ringt at salta vegirnar tí saltið býtur ikki rættiliga á. Tá ið tað so harafturat er vindur, fýkur saltið av vegnum.
Av tí sama hevur tað verið sum á kalvabaki nógvastaðni, og tað er tað aftur í morgun. Landsverk sigur, at tað er sera hált og glerstoytt í støðum um alt landið. Samstundis er nógv jarðrok og sera vánalig koyrilíkindi eru á Oyndarfjarðarvegnum og á Syrðadalsvegnum á Streymoynni – og tað er ikki koyrandi til Gjáar.
Løgreglan sigur, at av tí sama hava tað eisini verið fleiri ferðsluóhapp, men talan hevur verið um smá óhapp. Løgreglan sigur óhappini henda ikki tí at bilarnir hava vánalig dekk, tí teir allarflestu bileigarar skøða bilarnar væl.
Eftir lógini er tað ikki loyvt at koyra við summardekkum á hávetri, tá ið tað er hált, men løgreglan sigur, at tað hevur ikki verið trupulleikin. Tey siga, at tað er bara ein bilførari, sum hevur fingið bót fyri ikki at hava nóg góð dekk á bilinum. Bótin er 1000 krónur – men stendst skaði av at ein bilur hevur vánalig dekk, kann revsingin verða harðari.
Eftir veðurtíðindunum verður tað kalt í nakrar dagar afturat.