Bara ein umsókn til læknastjórastarvið

Heilsumálaráðið ætlaði sær at hava tvey samrøðuumfør við umsøkjarar til starvið sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum, men tað verður ikki neyðugt.

Tá freistin at søkja starvið var úti í gjár, var bara ein umsókn komin. Heilsumálaráðið vil ikki siga, um umsóknin er hiðani úr Føroyum ella úr útlandinum.

Sambært starvslýsingini skuldu umsøkjarar hava læknaútbúgving og vera serlæknar umframt holla vitan til uppgávur og menning innan sjúkrahús- og heilsuøkið. Varastjórin hevur ábyrgdina av tí læknafakliga rakstrinum, gransking og menning.

Starvið er ársmálssett í fimm ár, men kann verða longt trý ár. Tað skal setast frá 1. juni ella eftir avtalu.

Tey seinastu átta árini hevur Tummas í Garði røkt varastjórastarvið.