Leikaraummæli
1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (55 dystir/-143 mál farin ígjøgnum)
Hetjan frá Landskroan hevði eftir fýra ár í á beinkinum aftur fingið álitið sum fremsta val millum stengurnar. Tá hgusað verður um, hvør mótstøðan var, so átti talan helst at verðið um eina strævna uppgávu, men saman við restina av liðnum syrgdi Jens Martin fyri, at fyri hann gjørdist talan um ein heldur friðarligan arbeiðsdag. Málini bæði fekk hann so púrt einki gjørt við, og í allar aðrar mátar var hann púrasta tryggur, tó at hann ta einu ferðina fekk hjálp frá Óla, tá hann ikki fekk hildið skotskari skotroynd úr 20 metrum.
2. Óli Johannesen, TB (57 dystir/1 mál)
Liðskiparin og metmaðurin á føroyska landsliðnum var sum vant týðandi partur av føroyska verjuspælinum. Tykist ikki hava stórvegis trupulleikar av, at verjan nú er umskipað til fýra mans á linju. Eina mest tí evnini at lesa spælið og góða bólteygað gera, at hann ofta fær sett takklingina inn, áðrenn tað gerst rættiliga vandamikið. Tá tørvur var á tí, dugdi hann tó eisini nýta kropsligu styrkina, og ta einuferðina hevði hann eina klokkureina glíðandi takling í brotsteiginum, tá skotskur álopsmaður var um at sleppa leysur.
3. Jens Kristian Hansen, B36 (42/3)
Eftir drúgvan steðg, sum er orsakaður av skaðum, kom fyrrverandi liðskiparin beina leið inn í byrjunaruppstillingina, har hann tók yvir á vinstra bakki. Kanska eitt sindur djarvt av landslisðvenjaranum, nú Jens Kristian bert hevur spælt tveir fyrstudeildar dystir nærum tríggjar mánaðir, men tað skuldi tó vísa seg at verða ein skilagóð avgerð. Kanska var onkuntíð sjónligt, at beinini manglaðu eitt sindur av ferð, men hinvegin er ferðin í fótbótlsheilanum hægri enn hjá teimum flestu, og tí kom hann sigrandi úr flestu tvídystunum. Var eisini upphavið til føroyska málið, tá hann breyt ígjøgnum skotsku miðjuna, áðrenn hann skifti síðu, og yvir høvur má skoðsmálið verða, at Jens Kristian er trygt fyrsta val til plássið.
4. Pól Thorsteinsson, NSÍ (23/0)
Var eins og Jens Kristian nýggjur í hópinum í mun til undanfarna landsdyst, og á sama hátt sum felagin vinstru-megin prógvaði hann, at hann eigur at vera sjálvskrivaður til plássið á bakkinum. Fyrst og fremst er hann ein spælandi bakkur, soleiðis at skilja, at hann í stóran mun tekur lut í uppspælinum, men eisini tí kvikleiki hansara ger, at hann sjáldan verður runnin um koll. Hevði tó trupulleikar í løtum í seinna hálvleiki, tá hann eisini tóktist hava fingið onkran snuddin, men mentist aftur, soleiðis at tað ongantíð gjørdist neyðugt við nakrari útskifting á plássinum.
5. Jón Rói Jacobsen, HB (6/0)
Uttan at taka munnin ov fullan ber helst til at staðfesta, at føroyskur fótbóltur við unga HB-leikaranum hevur funnið ein nýggjan gimstein. Hevur fyri langt síðani prógvað, at fótbóltsevnini og kvikleikin eru framúr, umframt at hann móti stóru skotunum vísti, at høvuðsspælið heldur ikki liggur eftirá. Men tað má kortini sigast at vera imponerandi, hvussu kaldur og róligur unglingin tykist, hóast spælt verður´ímóti yrkisleikarum úr stórum europeiskum feløgum. Framdi snøgt sagt einki mistak í verjupartinum, var oftani við í byrjanini av føroyska uppspælinum, og var eisini maðurin, sum í fyrra hálvleiki ruddaði burtur, tá skotar høvdu fingið bóltin fram við Jens Martini.
6. Hjalgrím Elttør, KÍ (3/0)
Er eins og Jón Rói partur av nýggja landsliðnum, og hesa ferð fekk hann fyrstu ferð møguleikan frá byrjan í einum týðandi dysti. Í fyrra hálvleiki hevði hann fleiri ferðir trupulleikar við at plasera seg rætt í verjupartinum, eins og hann lág dekan ov aftarliga til at taka lut í álopspartinum, men hesum vigaði arbeiðssemið hjá unga klaksvíkingunum í stóran mun upp ímóti. Júst hesum eginleikin var sera týðandi, tá liðið kom undir veruligt trýst í seinna hálvleiki, og eisini eftir at hann varð fluttur í álopið, tóktist arbeiðsorkan at vera tann sama. Kundi avgjørt dystin, tá hann varð leysur við málverjanum, men mátti tíverri síggja skotroynd sína pareraða.
7. Fróði Benjaminsen, B68 (16/1)
Verður ofta róptur annar av stríðsmonnunum á miðvøllinum, men Fróði er eisini so nógv annað enn tað. Megnar sum fáur annar føroyskur leikari at taka veruliga ábyrgd á seg í skapandi spælinum, har hann stóran part av tíðini søkir bóltin. Er hartil ein sannur brandur í verjupartinum, har bólteygað vigar upp fyri vantandi kvikleikanum. Og so hevur hann endaliga tann frálíka eginleika, at hann dugir at bróta spælið hjá mótstøðuliðunum, soleiðis at verja kann vendast til álop uttan at mótstøðumenninir hava tíð at skipa verjuna. Hesa ferð gekk størsti parturin av spælinum upp í eina hægri eind, og í einum framúrskarandi liðavriki mundi Fróði vera ein teirra, sum stóð sterkastur í myndini.
8. Julian Johnsson, B36 (45/2)
Sum Henrik Larsen so rámandi tók til á tíðindafundinum, so kundi tað væl verið, at Julian framvegis rann úti á vøllinum. Tað gjørdi hann sjálvsagt ikki, men tað tykist til tíðir ótrúligt, hvussu stóra orku arbeiðsgrevið á miðvøllinum hevur. Fær ofta skotið í skógvarnar, at fótbóltsevnini ikki eru nóg góð, men hinvegin er tað ikki hansara stílur ? og tað verður tað ongantíð - at verða spælskipari. Vann sum vant eitt hav av bóltum, og í mun til onkrar aðrar dystir tóktist hann fyri tað mesta umhugsin í avspælinum. Hevði enntá eisini yvirskot til eitt akrobatiskt saksaspark, tá bólturin skuldi ruddast burtur.
9. Jákup á Borg, B36 (22/0)
Hevur nú í eitt ár verið fastur fúsur í høgra borðið, og dysturin hesaferð var ein stór undirstrikan av, at hann eisini fer at røkja plássið í langa tíð framyvir. Tykist eisini trívast munandi betri í nýggju skipanini, har verjuskyldurnar ikki eru eins tungar sum í eini 3-5-2 uppstilling, og uppspælið til bæði málini var eisini beinleiðis úrslit av leysaru teymunum í framrættaða spælinum. Dugdi eisini sera væl at halda breiddina í føroyska álopsspælinum, har hann við eitt sindur betri neyvleika ella størri hepni frá viðleikarum væl kundi verið upphavið til tvey onnur føroysk mál.
10. John Petersen, B36 (41/5)
Hevði eftir bert 13 minuttum lyft alt Svangaskarð nakrar metrar eyka uppfrá. Men ádú, ádu. Hevði hasin triði bólturin bara eisini vilja inn!
Var annars í størri mun enn seinast við í uppbyggjandi partinum av føroyska spælinum, har hann oftani leitaði móti bóltinum, og aloftast var avspælið júst sum tað skuldi vera. T.v.s út í borðini soleiðis at møguleikar til gjøgnumbrot spurdust burturúr. Í so máta var talan um eitt av allarbestu føroysku avrikunum, sum í stóran mun borgaðu fyri føroyska álopsspælinum. Og skal heldur ikki gloymast, at John nú fer at líkjast einari marru fyri skotskan fótbólt við trimum málum í trimum dystum móti teimum.
11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle (12/2)
Var í mun til John plaseraður heilt frammi í gjøgnum á føroyska liðnuim, og tískil var hann ikki eins nógv við í spælinum, tó at tað er sjáldan, at ein føroyskur álopsspælari hevur so nógv at takast við ígjøgnum ein dyst.
Tá tað ráddi um málmøguleikar og skotroyndir, var tað so sum so, hvat Christan Høgni fekk burturúr hesaferð, men tað skerst ikki burtur, at eisini hann útinti eitt rimmar arbeiði. Sum fremsti álopsmaður var hann samstundis fyrsti verjuspælarin, og ferð eftir ferð megnaði hann at órógva skotska uppspælið, soleiðis at mótstøðumenninir sjáldan fingu frið at spæla bóltin allan vegin niðan.
12. Rógvi Jacobsen, HB (17/0)
Fekk nakað av tíð á vøllinum, tá venjarin seinastu løtuna metti, at føroyski miðvøllurin skuldi styrkjast eitt sindur. Sýndi góðan arbeiðsvilja, og var eisini sera nær við at avgera dystin beint undan skotska málinum, men fyrsta landsliðsmálið má so enn bíða nakað.
13. Heðin á Lakjuni, KÍ (9/0)
Fekk eins og Rógvi ov stutta tíð á vøllinum til at geva nakað veruligt skoðsmál, men lítlu løtuna á vøllinum fall hann tó væl inn í føroyska spælið, og eins og hjá liðfeløgunum, so bilti ikki stríðsviljanum nakað.
17. Andrew av Fløtum, HB (5/0)
Fekk seinastu løtuna á vøllinum fyri tvímálskjúttan, John Petersen. Var móti dystarenda nær við at leggja Føroyar á odda eina ferð afturat, men í evstu løtu varð bólturin tó ruddaður burtur. Var í aðrar mátar eins og teir báðir omanfyrinevndur ov stutt á vøllinum, til at nakað veruligt skoðsmál kann gevast.