Nýggja liðið í bestu deildini megnaði einki at gera við meistararnar, sum avgjørdu, tá teir høvdu nógva vindin undan
Føroyameistararnir í Vági høvdu sunnudagin vitjan av nýggja liðnum í 1. deild, EB/Streymi. FM vinnararnir vunnu 4?1. Teir vóru frammanfyri 3?0, tá 1. hálvleikur var liðugur, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Líkindini vóru so mikið vánalig, at tað kanska hevði komið upp á tal at útseta, um talan hevði verið um uppgerð á fastlandinum.
VB hevði undanvind í 1. hálvleiki, og tað mesta gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni. Gestirnir vóru í sera verjukendari útgangsstøðu. Bergur Magnussen hevði fýra menn í verjuni, ein í álopinum og fimm á miðvøllinum. Gunnar á Steig, fyrrverandi KÍ málverjin, var millum stólparnar, og hann hevði fleiri góðar bjargingar.
Robert Cieslewicz setti hol á. Uppspælið var ikki ókent. Sum so mangan í fjør, so var tað spælandi venjarin, Krzystof Popczynski, sum streyk ígjøgnum í vinstru, legði skrátt út frá, og so setti hin pólverjin í álopinum fótin á.
Palli Augustinussen skoraði hini bæði málini í 1. hálvleiki. Fyrst varð hann spældur púra leysur í brotsteiginum og sendi bóltin framvið málverjanum, tá hesin var á veg út, og so stútaði hann hornasparksinnlegg úr vinstru í kassan.
Vindurin burtur
Eftir steðgin hevði EB/ Streymur undanvind, men ólukktíð fyri teir, so var tað heilt skjótt, at tað bleiv stilli. Tað luktaði kanska eitt sindur av spenningi, tá Jón Sigurd Gleðisheygg fýra minuttir eftir hvíldina eftir aftur og fram støðu skoraði til 3?1. Men tað kom ongantíð spenningur í, og Marek staðfesti sigurin, eftir fleiri ferðir eitt tvey samanspæl við miðvallar felagan, Tórða Holm.
Á heimaliðnum var kent fólk. Umframt Marek var ? sammett við meistarraárið í fjør ? ein nýggjur maður, nevniliga Gisli Sveinbjørnsson. VB liðið sá soleiðis út: Bjarni Johansen ? Marner Richard, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Jón Gærdbo, Tórður Holm, Gisli Sveinbjørnsson ? Robert Cieslewicz, Krzystof Popczynski.
Á liðnum hjá EB/Streymi vóru teir heilt fáir, sum høvdu royndir úr bestu deildini. Umframt fyrrverandi KÍ málverjan var ein nýggjur fremmandur maður, nevniliga Sigfríður Abrahamsen, sum onkuntíð var á ÍF liðnum í 1. deild í fyrraárið. Liðið sá soleiðis út: Gunnar á Steig ? Sigfríður Abrahamsen, Ólavur Poulsen, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen ? Tummas Joensen, Jón Sigurd Gleðisheygg, Vinjard Joensen, Jóhan á Stongunum, Kaj Joensen ? Hallur Jacobsen.
jh