Barbara í Løkshøll

Í annaðkvøld fara nýggju sangarar úr vokalbólkinum Mpiri og fimm dansarar úr Saga Dance Art Collective á pall í Løkshøll í Runavík, at framføra verkið »Barbara«.

»Barbara« er ein dansileikur eftir føroyska tónaskaldið Trónd Bogason og danska koreografin Ingrid Tranum og byggir á skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen við sama navni.

 

Skaldsøgan byggir á søgnina um Beintu, sum varð fødd í Havn í 1667. Hon vaks upp í Nýggustovu og giftist trimum prestum, fyrst Viðareiðis presti, síðani tveimum vágaprestum. Beinta var ikki sum kvinnur flest, og passaði ikki í teir vanligu normarnar, sum samfelagið tá setti. Tí skrivaði hon seg í søguna.

 

Í leikinum verður søgan um Barbaru sett inn í eitt nýtt tíðarskeið og søgd gjøgnum dans, tónleik, rørslur og ljóð. Eisini vera beinleiðis innsløg, sum verða tikin upp ymsastaðni í og uttan fyri leikhúsinum, varpaði upp á stórskíggja ? í Barbaru verða mørkini millum leikmynd og veruleika sett úr gildi. Tónleikurin tekur støði í gomlu Kingusálmasiðvenjuni og verður tulkaður gjøgnum kórsang, upplestur og elektroniskan tónleik.

 

Framførslurnar í Løkshøll í annaðkvøld og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið eru partur av Norðurlendskari rundferð hjá Barbaru-hópinum. Hópurin er júst komin til Føroyar úr Íslandi, har tey hava havt tvær sýningar.

 

Aftan á sýningarnar í Føroyum fer hópurin víðari til Danmarkar, har tey í hesum umfari skulu hava tvær sýningar.