Barca og Real dansa víðari

 

Bæði Barcelona og Real Madrid vunnu sínar heimadystir í vikuskiftinum. José Mourinho hevur nú ikki tapt á heimavølli í 9 ár! Barcelona hevði í kvøld vitjan av Athletic Bilbao. Sum væntað, so hevði Barcelona bóltin fyri tað mesta og longu eftir fýra minuttir skoraði Barcelona. Xavi spældi Dani Alves leysum í brotsteiginum. Høgri bakkurin legði bóltin útfrá til David Villa, sum var tryggur.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Athletic Bilbao sína bestu løtu í dystinum. Fyrst skoraðu teir upp á brotsspark og løtu seinni var Barcelona miðverjin, Gerard Pique, heppin bara at fáa gult kort, tá hann feldi leysan Athletic Bilbao framherja.

 

Barcelona trýsti nógv móti endanum av dystinum og tað endaði við at Dani Alves fann Lionel Messi frammanfyri málinum. Bóltsnillingurin úr Argentina sparkaði gávuna frá Dani Alves í mál til endaliga úrslitið 2-1 til Barcelona.

 

Real Madrid vann í gjár 2-0 á Levante. Karim Benzema og Ricardo Carvalho skoraðu málini fyri kongaliðið. Tað eru nú 9 ár síðani José Mourinho tapti ein dyst á heimavølli. Ikki síðani hann var venjari hjá Porto hevur hann tapt á heimavølli. Hann hevur síðani verið venjari hjá Chelsea og Inter Milan og nú Real Madrid.

 

Barcelona er framvegis fimm stig frammanfyri Real Madrid á stigatalvuni.