Barcelona var í kvøld stórfavorittur, tá teir á útivølli móti Bayern Munchen, spældu seinnu hálvfinaluna í Champions League kappingini.
Men Barcelona fekk frá byrjan av ein hvøkk, tí longu aftaná 7 minuttum, kom Bayern Munchen á odda.
Spenningurin í dystinum vardi tó stutt. Aftaná lítla løtu í fyrra hálvleiki, hevði Barcelona skora tvær ferðir, soleiðis at hálvleiksstøðan var 2-1 til Barcelona. Í báðum førum var tað brasilski Neymar, ið stóð fyri málunum.
Í seinna hálvleiki royndi Bayern Munchen at trýsta Barcelona, og Bayern Munchen var eisini omaná í seinna hálvleiki. Fyrst javnaði Robert Lewandowski fyri Bayern Munchen, og síðani legði Thomas Muller, Bayern Munchen á odda 3-2. Men 3-0 leiðslan hjá Barcelona frá fyrra dystinum, var ov nógv fyri Bayern Munchen, so samanlagt vann Barcelona báðar hálvfinalurnar 5-3.
Í annaðkvøld er greitt, hvørjum Barcelona skal møta í finaluni. Seinna hálvfinalan í annaðkvøld, verður millum Real Madrid og Juventus. Í fyrru hálvfinaluni millum tey bæði feløgini, vann Juventus heldur óvæntað 2-1 móti verandi Champions League vinnarunum.
Bayern München - Barcelona 3-2 (1-2)
1-0 Mehdi Benatia, 7.
1-1 Neymar, 15.
1-2 Neymar, 29.
2-2 Robert Lewandowski, 59.
3-2 Thomas Muller, 74.