Barcelona í upploysn

Champions League: Paris Saint Germain og Borussia Dortmund eru víðari til hálvfinalurnar

Mynd: (Scanpix) Kylian Mbappé skorar móti FC BAarcelona

Tað var dramatikkur í báðum av seinnu fjórðingsfinalunum í Champions League í gjár. FC Barcelona var á sigurskós, men fór í upploysn móti PSG, meðan Borussia Dortmund og Atletico Madrid skiftust um at verða víðari.

 

FC Barcelona – Paris Saint Germain 1-4 (4-6 samanlagt)

 

Heimaliðið var á odda frá fyrru uppgerðini, og kom á odda í dystinum í gjár, men eitt reytt kort í fyrra hálvleiki sendi FC Barcelona í upploysn. Raphinha skoraði til 1-0 longu aftaná 12 minuttir, men tá ein hálvur tími var spældur, bleiv Ronald Araújo útvístur. Hetta setti sín dám á dystin.

 

Paris Saint Germain, við fyrrverandi spælaranum og venjaranum hjá FC Barcelona, Luis Enrique, við róðrið vendi øllum. Tað endaði við tryggum 4-1 sigri. Kylian Mbappé skoraði tvey mál og hevur longu fingið fíggindar í Barcelona, nú hann sigst skifta til Real Madrid í summar.

 

FC Barcelona fór í upploysn og venjarin, Xavi, bleiv eisini burturvístur undir dystinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at FC Barcleona fer í upploysn í endaspælinum í Champions League. Teir hava fyrr tapt stórt í líknandi dystum móti Liverpool, AS Roma og Bayern Munchen.

 

Borussia Dortmund – Atletico Madrid 4-2 (5-4 samanlagt)

 

Tað var málrok, tá Borussia Dortmund vann seg í hálvfinaluna við sigri á Atletico Madrid. Gestirnir vóru á odda við einum undan uppgerðini. Borussia Dortmund skoraði tvey tey fyrstu málini, men Atletico Madrid svaraði aftur við tveimum málum.

 

Leiðslan skifti aftur, tá Borussia Dortmund aftur skoraði tvey mál. Hesin dysturin hevði tað mesta av tí, sum ein kann forlanga av eini seinnu hálvfinalu.

 

Mynd: (Scanpix) Kylian Mbappé skorar móti FC BAarcelona