Chelsea satsaði við Fernando Torres, men tapti á Old Trafford. Lionel Messi skoraði sítt mál nummar 48 fyri Barcelona hetta kappingarárið. Carlo Ancelotti, venjari hjá Chelsea, valdi at byrja við Fernando Torres á topp og Didier Drogba á bonkinum. Chelsea var í løtum omaná í fyrra hálvleiki og Frank Lampard og Nicolas Anelka høvdu báðir royndir á mál. Men Chelsea megnaði ikki at umseta yvirvágina til mál. Metkeypið í Bretlandi, Fernando Torres, hevði ein vánaligan dyst í álopinum hjá Chelsea og varð skiftur út í hálvleikinum.
Í hinum endanum lá betri fyri hjá Javier ?Chicharito? Hernandez. Fyrst var hann eitt høvd rangstaddur, tá hann beindi innlegg frá Wayne Rooney í mál. Stutt fyri hálvleik var hann aftur á blettinum og hesa ferð var hann ikki rangstaddur og legði Manchester United á odda. Uppleggið átti Ryan Giggs.
Í seinna hálvleiki helt Chelsea fram við at koma í góðar støður, men sjáldan varð brúk fyri Edwin van der Sar í málinum. Tjúgu minuttir fyri tíð fekk Ramires sítt seinna gula kort og so vóru Chelsea bara tíggju á vøllinum.
Trettan minuttir tíð megnaði Didier Drogba tó at skapa spenning í. Hann bleiv spældur leysur og smekkaði til. Vónin hjá Chelsea vardi tó í minni enn ein minutt. Tí dysturin var ikki meir enn byrjaður aftur, so smekkaði Ji-Sung Park Manchester United í hálvfinaluna við máli til 2-1.
Barcelona var á vitjan í Ukreina í kvøld. Barcelona vann fyrra dystin 5-1 og aftur hesa ferð vóru teir omaná. Lionel Messi skoraði einsamalla málið í dystinum.
Champions League fjórðingsfinalur:
Manchester United ? Chelsea 2-1
1-0 Javier Hernandez, 43
1-1 Didier Drogba, 77
2-1 Ji-Sung Park, 77
(Samanlagt 3-1)
Shakhtar Donetsk ? Barcelona 0-1
0-1 Lionel Messi, 43
(Samanlagt 1-6)