Barcelona og Suarez eyðmýktu Real Madrid

FC Barcelona hevur í dag vunnið “El Clasico” uppgerðina heili 5-1

FC Barcelona vann í dag stóru arvafíggindauppgerðina í Spania móti Real Madrid. Úrslitið gjørdist einki minni enn ein 5-1 sigur til katalanska heimaliðið. Uttan Lionel Messi, sum er skaddur, so var Luis Suarez stóri spælari. Hann skoraði hattrik.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 2006 vóru hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo á vøllinum til eina “El Clasico” uppgerð, sum er heitið á dystunum millum arvafíggindarnar og risarnar í sponskum fótbólti, FC Barcelona og Real Madrid. Lionel Messi er brotið eitt bein í arminum, meðan Cristiano Ronaldo nú skorar síni mál fyri italska Juventus.

 

FC Barcelona legði bragdliga fyri. Longu aftaná 11 minuttir kundi Philippe Coutinho skjóta eitt innlegg frá Jordi Alba í málið til 1-0. Beint fyri hálvleik økti Luis Suarez til 2-0 upp á brotsspark, sum bleiv dømt eftir at dómarin nýtti VAR, sum er dómarahjálp við video.

 

Í seinna hálvleiki minkaði Marcelo um munin. Eina løtu var trýst á málið hjá FC Barcelona, men eitt korter fyri tíð skoraði Luis Suarez aftur. Hesa ferð við høvdinum eftir innlegg. Løtu seinni skoraði hann sítt triðja mál, og harvið hatrikk. Innskifti Arturo Vidal staðfesti sigurin við sínum fyrsta máli í nýggja felagnum.

 

Real Madrid liggur nú á níggjunda plássi í La Liga. Nógv bendir á, at venjarin, Julen Lopetegui, verður koyrdur í næstum. FC Barcelona er í løtuni á odda í La Liga.

 

(Livescore.com)

1

10

6

3

1

28

12

16

21

2

10

5

4

1

12

5

7

19

3

10

5

3

2

14

8

6

18

4

10

5

3

2

13

9

4

18

5

9

5

1

3

20

12

8

16

6

10

4

4

2

9

7

2

16

7

10

5

1

4

16

15

1

16

8

10

4

3

3

10

8

2

15

9

10

4

2

4

14

14

0

14

10

10

3

4

3

17

13

4

13

11

10

3

4

3

12

14

-2

13

12

10

3

3

4

12

13

-1

12

13

10

3

3

4

5

9

-4

12

14

10

1

8

1

7

8

-1

11

15

10

3

2

5

10

17

-7

11

16

10

2

4

4

8

9

-1

10

17

10

1

7

2

11

15

-4

10

18

10

2

2

6

8

15

-7

8

19

10

1

3

6

10

20

-10

6

20

9

1

2

6

7

20

-13

5