Fyrsta fjórðingsfinalan í Champions League fótbóltskappingini endaði í kvøld við, at Juventus vann heili 3-0 á FC Barcelona í fyrra dystinum teirra millum.
Dysturin í Torino lagaði seg soleiðis, at FC Barcelona sum vant hevði meiri spæl, men tað var heimaliðið, sum var effektivari frammanfyri málið. Paulo Dybala skoraði tvey frálík mál í fyrra hálvleiki, og hóast Barcelona eisini hevði onkran risakjans, fingu teir ikki mál.
Í seinna hálvleiki legði Barcelona nógv fyri í royndini at minka um munin og skapa sær eitt betri útgangsstøði til seinna dystin á heimavølli, men tað endaði við, at italski verjuspælarin Georgio Chiellini stútaði eitt hornaspark í málið, og so vann Juventus dystin 3-0.
- Tað er ikki rætt at nevna einstakar spælarar eftir eitt tap. Alt liðið tapti, og tað byrjar við venjaranum. Ein venjari ger alt, sum hann kann, fyri at hjálpa liðnum, men tað gjørdi eg eftir øllum at døma ikki nóg væl, segði Luis Enrique, venjari hjá FC Barcelona eftir dystin.
Í seinasta umfari av Champions League tapti FC Barcelona heili 4-0 á útivølli ímóti PSG, men megnaði í einum ótrúligum dysti á heimavølli at vinna seg víðari í kappingin kortini.
Nú er spurningurin, um FC Barcelona í seinna dystinum kann skapa enn eitt stórt avrik ímóti italska liðnum, sum ivaleyst dugir betri enn PSG at verja í truplum útidystum.
Dysturin millum Dortmund og AS Monaco, sum skuldi spælast í kvøld, var orsaka av spreingingum í nánd av spælarabussinum hjá Dortmund útsettur til í annaðkvøld.