Bardagi millum Dávid og Goliat

Føroyska umsitingin er ikki búgvin at uppfylla donsku krøvini um haldgóða umsiting

Í Politiken í gjár er grein um komandi samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina.

Her verður víst á, at Føroyar á meira enn ein hátt er myndin av Dávidi móti Goliat, tá samráðast skal um bankamálið, uttanlandsskuldina og blokkstuðulin.

Meðan donsku ráðharrarnir møta við fullfíggjaðum umsitingarvaldi aftan fyri seg, koma føroyingarnir við einari lítlari umsiting, sum ofta als ikki er før fyri at uppfylla donsku krøvini á umsitingarøkinum. Júst hesin trupulleikin hevur áður ført til álvarsligar ósemjur millum landsstýrið og stjórnina.

Í fjør heyst kom tað rættliga til skarpskeringar, vil danska blaðið vera við. Tá fanst Nyrup Rasmussen at landsstýrinum og helt fyri, at tað var avtalubrot, tá uppskotið um forsorgarlóg, sambært avtaluni frá 1994, ikki var sett í gildi í 1996.

Tá var freistin útsett í eitt ár, men kortini spurdist einki burtur úr føroyska lógarsmíðinum. Í fjør noyddist Edmund Joensen at seta seg í samband við forsætismálaráðið, har hann bað um nýggja tíðarfreist til nýggju forsorgarlógina.

Í brævi til løgmann skrivar Nyrup Rasmussen, at hann stórliga undrast á, at landsstýrið ikki hevur yvirhildið avtaluna um nýggja sosiallóggávu í Føroyum, og at stjórnin leggur dent á, at hetta arbeiðið skal gerast skjótast til ber, og at hann ikki kann góðtaka nýggja tíðarfreist.


Nýggj tíðarfreist

Sambært seinastu avtaluni millum stjórnina og landsstýrið skal forsorgarlógin verða liðug umleið ár 2000. Ein arbeiðsbólkur er settur at gera álit, sum tingið skal arbeiða víðari við. Hetta arbeiðið byrjar í hesum mánaðinum og skal vera liðugt í heyst. Høgni Joensen, heilsumálastjóri, sigur við Politiken, at hann er sannførdur um, at tíðarætlanin hesaferð heldur.

Danska kravið um nýggja sosiallóggávu í Føroyum kom eftir gøluna um skeivar útrokningar í Almannastovuni fyrst í nítiárunum. Tá vildi Karen Jaspersen, sosialmálaráðharri, ikki longur taka ábyrgdina av almannaumsitingini í Føroyum. Hon kravdi tá, at útreiðslurnar frameftir skuldi gjaldast um blokkstuðulin, og ikki sum higartil um endurgjaldsskipanina.

Bygnaðarbroytingarnar eru seinastu árini farnar fram, og umsitingin víðkaði munandi, men tað verður ikki nevnt í hesi greinini, sum tykist at vera ein umbering fyri, at føroyingar ikki hava serfrøðiliga orku at umsita samfelagið.