Bardu seg aftur á toppin

Í einum intensum og rótutum dysti vóru tað vestmenningar, sum vildu meira, og tað gav at enda úrslit í einum fult uppibornum sigri

Hondbóltur

 

Vestmenningar byrjaðu árið við einum ordans braki. Oddadystur á útivølli var ikki mjúkur kostur, og so slettis ikki, tá VÍF sjálvt hevur verið í einum lítlum aldudali seinastu tíðina. Nakað sum eisini varð undirstrikað, tá teir í seinasta dystinum fyri jól taptu stórt á heimavølli móti H71.

Hjá Neistanum hevur gongdin verið tann øvuta. Byrjanin var kanska heldur trilvandi, men síðani hevur Neistin veruliga vundið seg upp, og undan dystinum sunnudagin vórðu teir eisini mettir sum favorittar at vinna dystin.

 

Fyrstu lítlu løtuna var Neistin eisini greitt omaná. Álopsspælið koyrdi at kalla flótandi fyrstu løtuna, og í verjupartinum høvdu teir sera væl fatur á teimum gulu, sum sjáldan fingu spælt seg ígjøgnum til nakran opnan møguleika.

Um tað gekk ov lætt fyrstu løtuna, ella um teir bláu snøgt sagt ikki orkaðu meira, er ilt at siga. Veruleikin varð í øllum førum, at VÍF veruliga fótaði sær eftir fyrsta lítla korterið.

Mistøkini frá báðum pørtum vóru ikki so fá í tali, men í verjupartinum megnaðu vestmenningarnir betur at halda fast, og spakuliga otaðu teir seg nærri Neistanum. Og við at vinna seinastu løtuna undan steðginum 4-1, komu teir eisini upp á javnt.

Eftir steðgin var fyri tað mesta líkt til, at VÍF skuldi toga sigurin heim. Tað leikaði øgiliga javnt á, men VÍF hevði líka sum neyðuga yvirskotið og betru disciplinina í spælinum, tá mest stóð á. Tvær ferðir komu teir eisini livandi ígjøgnum fýra móti seks støður á vøllinum, og hóast Tróndur Kragesteen og Áki Mørk royndu at skjóta Neistan aftur í dystin, so fingu Sámal Joensen, Áki Olsen og Agnar Joensen somikið gott pláss í hinum endanum, at uppgávan gjørdist mest sum vónleys.

Og hon gjørdist púrasta vónleys seinastu fimm minuttirnar. VÍF fór í einum høggi upp á 28-26, og tá Tróndur Kragesteen samstundis fekk sína triðju útvísing, var eingin bláur spælari eftir at renna heim. Og so kundi VÍF veruliga dusa sær seinastu løtuna, har sigurin gjørdist til hálvan stórsigur.

 

Aftur á slóðina

Tað var fyrst og fremst við grundleggjandi dygdum sum stríðsvilja og kollektivari styrki, at VÍF soleiðis aftur fann á slóðina. Men í aðrar mátar gav sigurin sínar ábendingar um, at árið í ár aftur kann gerast gullár í Vestmanna.

Hesa ferð mátti liðið standa seg uttan Áka G. Olsen, men tað bilti minni, tá menn sum Karl Johan Djurhuus, Niels Andreasen, Rúni Joensen og Joen Pauli Høgnesen stóðu til reiðar at traðka til.

Hjá Neistanum eru tað ikki profilarnir, sum vanta. Heldur tvørturímóti, men verri gongst at fáa hesar at rigga sum eitt lið. Við einum beinki, sum fyri tað nógva taldi menn sum Inga Olsen, David Edvardsen og Finn Hansson er lítil ivi um, at Neistin mann fyri mann hevur sterkasta hópin í landinum. Spurningurin er bara, um eindin fæst at rigga nóg væl, tá avgerandi dystirnir standa fyri framman.

 

Fakta um dystin

Neistin-VÍF 28-34 (14-14)

10 min: 6-3

20 min: 12-8

40 min: 19-20

50 min: 24-24

Málskjúttar

Neistin: Áki Mørk 11(2), Tróndur Kragesteen 7, Blagoje Buha 2(2), Karl Herup Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2, Jón Ludvík 1, Jugoslav Djumic 1, Jens Mohr 1

VÍF: Agnar Joensen 9(1), Sámal Joensen 5, Áki Olsen 4, Karl Johan Djurhuus 4, Rúni Joensen 4, Joen P. Høgnesen 3, John Zachariassen 2, Sámal J. Djurhuus 2(1), Jákup S. Andreasen 1

Brotskøst: Neistin 6, VÍF 4

Útvísingar: Neistin 7, VÍF 6

Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen