Bárður sýnir fram í Klaksvík

Komandi vikurnar ber til at síggja verk hjá Bárði Jákupsson í Klaksvík

Fríggjadagin lat upp áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson. Framsýningin er í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har listaframsýningar javnan eru. Seinast hevði Zacharias Heinesen framsýning, og nú avloysir Bárður Jákupsson.

Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin:

"Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting".

Framsýningin við verkum hjá Bárði Jákupsson er opin fram til 11. oktober.