Barnabeinin kemur seinast í árinum

 Samgongan ætlar at broyta skeiklaðu aldurs- og kynssamansetingina í Føroyum. Tí verður gjørd lóg um barnabeina, sum á løgtingsfíggjarlógini næsta ár verður 2,5 milliónir krónur.

 

Fyri at røkka hesum máli, ætlar samgongan at lata tilskot til smábarnafamiljur.

 

Tilskotið verður veitt familjum við lágum og miðal inntøkum, sum hava børn yngri enn 7 ár.

 

Endamálið er at eggja fólki til at fáa fleiri børn og skal stuðla undir tilflyting og harvið stuðla undir fólkavøkstur í Føroyum.

 

Tað tekur tíð at fyrireika málið, verður sagt í álitinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini. Tí verður miðað eftir, at skipanin verður sett í verk seinast í árinum.