Barnafestivalur í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið verður um góða viku karmur um barnafestival

 

 

Hugskotið um barnafestivalin hevði íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, við sær úr Íslandi, har slíkur festivalur á hvørjum ári verður hildin í Reykjavík.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Barna- og ungdómsfestivalurin í Norðurlandahúsinum verður ein festivalur har børn og ung sleppa at uppliva, spæla, læra og luttaka í hópin av tiltøkum.

 

Festivalurin byrjar 30. mars, og fram til 7. apríl sleppa børn og ung at uppliva hópin av listarligum tiltøkum í Norðurlandahúsinum.

 

Úr skránni kann nevnast, at Føroya Symforniorkerstur hevur barnakonsertir, Sankta Annæ Pigekor hevur eina konsert og Keisarans nýggju Klæðir við Tjóðpalli Føroya verður sýndur.

 

Tvær myndlistaframsýningar verða eisini, og eru tað Sámal Blak og Edvard Fuglø, sum standa fyri hesum.

 

Leygardagin verður bókmentadagur, har vegleiðing í skaldskapi eisini er á skránni. Og sunnudagin verður familjufrásagnarløta við Kate Corkery, eins og Dánjal á Neystabø fer at hava interaktiva konsert, har børnini eru við til at gera av innihaldið á konsertini.

 

Mánadagin 7. apríl er altjóða frásøgudagurin á skránni við bæði írska Kate Corkery og fleiri av okkara bestu frásøgufólkum, eitt nú Búi Dam, Egi Dam, Katrin Petersen og Kjartan Hansen taka lut.

 

Hetta er ætlandi ikki seinasta ferðin, at barnafestivalur verður í Norðurlandahúsinum. Tí verður eisini skipað fyri teknikapping, har børnini kunnu skapa búmerkið til festivalin komandi árini.

 

Til ber at lesa um øll tiltøkini á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.