Børn vita hvat tey vilja. Børnini í Stóralon í Sørvági vildu í dag sleppa at møta samlaða toppskjúttanum í føroyskum fótbólti - Jákupi á Borg.
- Ein barnagarður ringdi frá Sørvági, tí har vóru nakrir dreingir, sum so gjarna vildi heilsa uppá Jákup á Borg. Eg bjóðaði teimun til havnar, har vit hugnaðu okkum í B36 húsinum og vøllinum í ein góðan tíma, sigur Jákup á Borg á Facebook og leggur afturat;
- Eg má jú njóta løtuna. Tað verður ikki leingi afturat, at ungdómurin tímir ella minnist Jákup á Borg, sigur høvðuspersónurin sjálvur at enda.
35 ára gamli Jákup á Borg setti herfyri met, sum mest skorandi spælarin í bestu deildini í føroyskum fótbólti.