Barnaheimið sent 10 børn heim

Tað er ein avleiðing av verkfallinum, sigur løgtingsmaður

Í gjár fekk verkfallið hjá Pedagogunum ta avleiðing, at Barnaheimið í Havn hevur sent eini 10 børn heim. Tað upplýsti Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, í Løgtinginum í morgun.

 

Í dag viðger Løgtingið eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Tinglimir í samgonguni føra fram, at einasta endamál við uppskotinum er at verja viðskiftafólkið hjá Almannaverkinum, tí tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri tey. Ført er fram, at fólk eru løgd inn á sjúkrahúsið og í gjár sendi Barnaheimið eini tíggju børn til hús. Tað er ein ring støða, helt Jaspur Langgaard, tí tað er ikki av ongum, at tey eru á Barnaheiminum.

 

Ingilín Didriksen Strøm er samd í, at verkfallið hevur avleiðingar, sum ikki eru rímiligir. Men hon vísir á, at tað eru tveir partar, sum stríðast, men tað, samgongan nú ger, er at ganga ørindi fyri annan partin í verkfallunum og geva honum ein fyrimun. Men grundgevingar fyri einum verkfallið er, at arbeiðsumstøðurnar eru órímiligar, og tað er heldur ikki rímiligt ímóti teimum. Men so helt hon turrisliga fyri, at tá ið samgongan hevur tømt kassarnar til onnur, er kanska ikki koma teimum veiku til góðar, so er einki eftir til at lyfta lønarlagið hjá pedagogunum.

 

Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi sigur, at avleiðingin av hesum er í roynd og veru, at Pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar, og heilsustarvsfólk annars, ikki kunnu fara í verkfall. Christian Andreasen tingmaður fyri Fólkaflokkinum sigur, at ein máti at finna eina varðandi loysn, er at gera tey til tænastumannalíknandi starvsfólk so at tey ikki kunnu fara í verkfall – men so eiga tey eisini at fáa eitt lønarúskoyti fyri at siga verkfalsrættin frá sær, legði hann afturat.