Barnakórstevna í Fríðrikskirkjuni

Tíðindaskriv

 

Fríggjadagin 26. oktober fáa uml. 350 børn úr landsins skúlum møguleikan at hittast til stóra sangtiltakið "Barnakórstevnan 2001".

Stevnan byrjaði fyri tveimum árum síðani, við fyrstu stevnunu í Havn, har uml. 200 skúlabørn luttóku. Í fjør varð so boðið til barnakórstevnu á Kambsdali, har heili 500 børn úr 3. til 7. flokki luttóku.

Tað er Føroya Sanglærarafelag, sum skipar fyri hesi stevnuni. Í september verða tekstir og nótar sendir skúlum, sum hava meldað seg til. Umframt fáa øll eina fløgu við løgunum, so lættari er at venja sangirnar, sum í fleiri førum eru ókendir hjá nógvum. Eitt av endamálunum við sangstevnuni er at geva børnum nýggjar/ókendar sangir at syngja.

Hóast vit kalla tað eina barnakórstevnu, eru tað ikki bara barnakór, sum luttaka. Stórur partur av luttakarunum eru skúlaflokkar, sum hava ein ágrýtnan sanglærara, ið syngur nógv við børnunum.


Endamálið við barnakórstevnuni er

? at menna sangin í fólkaskúlanum

? at geva børnunum eina uppliving við at syngja saman við nógvum øðrum

? at fáa sett barnakór á stovn í skúlum kring landið.


Barnakórstevnan endar við einari konsert í Fríðrikskirkjuni kl. 15.30, har foreldur og onnur eru vælkomin at koma at hoyra, hvat ið komið er burtur úr henda dagin.

Føroya Sanglærarafelag fór í gongd við hetta tiltakið, ásannandi at tónleikur í fólkaskúlanum við nýggju skúlalógini hevði fingið nógv verri sømdir. Í nýggju skúlalógini er fakið lagt undir fakbólkin Handaverk og list, og verður hervið skorið niður í tímatali frá 8 tímum í niður í 5 tímar tey 7 skúlaárini.

Sambært fólkaskúlalógini, kunnu skúlar bjóða næmingum undirvísing í frítíðini. Ofta er tað tónleikur, teimum stendur í boði (gittarspæl, orkestur, blokkfloyta kór o.s.fr.) Allir skúlar fáa tillutað ávíst tímatal í mun til næmingatalið til hetta endamál.

Tónleikaundirvísingin í hesum høpi hevur alstóran týdning fyri tónleikaundirvísingina í fólkaskúlanum og fyri fólkaskúlan sum heild. Her fáa áhugaðir næmingar høvi til at menna seg tónleikaliga, og fær hetta eisini positiva ávirkan á kravdu tónleikatímarnar og aðra undirvísing yvirhøvur.

Tað er ógvuliga misjavnt, hvussu skúlarnir velja at brúka hesar tímar. Á nógvum skúlum eru hesir tímar fyri langt síðani tiknir til annað endamál - kanska tí tímarnir til vanliga undirvísing eru ov fáir.

Í summar (juli) komu boð úr Mentamálastýrinum til allar skúlar, at í hesum skúlaárinum fram til 1. januar 2002 skuldi tímar til undirvísing í frítíðini ikki brúkast til hetta endamál.

Undir hesum umstøðum, sær ikki út til, at vit kunnu roknað við, at nógv barnakór verða sett á stovn í skúlunum kring landið. Áhugin er stórur, men umstøðurnar ikki nøktandi.