Leygardagin verður mentanardagur fyri børn í Havn. Margarinfabrikkin skipar fyri og kallar tiltakið fyri Barnajól. Dagurin fevnir um bæði konsertir, listaframsýning, jólaverkstaður, jólabakarí og mangt annað.
Mentanardagurin verður hildin í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin, Perlan, Miðlahúsið og Posthúskjallarin húsa ymsu tiltøkunum.
Eitt av spennandi tiltøkunum listaframsýningin, har tey sína fram Street Art. Listaframsýningin hevur fingið heitið »FØlist«, og er tað nýggi listabólkurin Lokal People skipar fyri. Lokal People er mannaður við ungdómi úr Margarinfabrikkini, og er tað Bárður Dal Christiansen, sum mong kenna frá ScrubArt, sum hevur havt ábyrgdina av teimum.
Tey fara at sýna fram í Perluni, har tey eisini vóna at selja nøkur listaverk. Peningurin, sum kemur inn av søluni, fer til átakið »Í menniskjum góður tokki«.
Til ferniseringina fara Rebekka Petersen og Petur Háberg at syngja nøkur løg, umframt at dansibólkurin BiiT kemur at vísa síni kynstur.
Barnajól byrjar leygardagin klokkan 11.00, og ein nærri skrá yvir mentanardagin fyri børn sæst HER