Gjøgnum vikuna eru nógv ymisk tiltøk í stóra samkomubygninginum í Skálafirði. Høvuðstiltakið er kortini møtið sunnudag, tá øll familjan er við.
Skipanin við hesi møtini er hon, at øll fyrst eru saman til møtið seinnapart sunnudag. Tá møtið hevur vart í ein tíma ella so, fara børnini av tí stóra møtinum og til síni egnu møtir í egnum rúmum.
Her verða tey býtt upp í bólkar eftir aldri, har sunnudagsskúlalærarar taka sær av teimum og halda fram við undirvísingini.
Nú kann alt verða gjørt á fýra støðum í sama bygningi!
Lættari
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at innrætta hesi fýra rúmini til barnaarbeiðið. Og neyðugt er eisini við slíkum rúmum, tí talið av børnum í sunnudagsskúlanum man í dag liggja um tey 70.
Frammanundan fóru børnini niðan í tann gamla Keldu-bygningin, men nú er hetta ikki neyðugt longur.
- Hetta ger tað nógv lættari, serliga um veturin. Tá skuldi ein ofta í kava og vindi niðan í hin bygningin.
- Tað var jú ikki altíð so heppið hjá teimum, sum hava pyntað seg til dagin. Og so mugu vit heldur ikki gloyma, at her var eisini talan um rættiliga smá børn, sigur gøtukonan, Sólfríð Heinesen úr samkomuni.
Ein týsdag herfyri vóru hon og ein onnur kvinna, Rigmor Toftegaard úr Fuglafirði í ferð við at heingja gardinurnar upp í hesum serstøku barnarúmunum, sum hvørt hevur sín lit - reytt, blátt, gult og grønt
Sólfríð hevur áður luttikið í barnaarbeiðinum. Tað ger hon ikki longur, men nýtir kortini nógva tíð í øðrum virksemi, m.a. við baking og vasking av húsinum.
- Hetta er jú eitt stórt hús, og nógv er at fara um, tí nógv fólk eru til tiltøkini. Eitt sunnukvøld kunnu vit vera heilt upp í 300 fólk savnaði, sigur Sólfríð.