Barnaróðurin lagdur á netið

Tað eru ivaleyst mong, ið munnu argast inn á at eingin møguleiki var at fylgja við barnaróðrinum, meðan børnini róðu.

 

Ofta verður barnaróðurin varpaður út lokalt, men soleiðis var ikki í Klaksvík heldur, og tí høvdu fólk ongan annan møguleika enn at standa við keikantin og skimast eftir bátunum, meðan teir koma inneftir.

 

Men fekst tú ikki sæð ella hoyrt barnaróðurin, hevur Róðrarfelagið Knørrur úr Havn nú lagt allar barnaróðrarnar út á YouTube, soleiðis at teir kunnu síggjast har.

 

TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA RÓÐURIN

 

 

Kelda: www.rk.fo