Barnasirkus í Hvalba

Í annaðkvøld, týskvøldið klokkan 19, verður sirkus fyri alt húskið í Roynhøllini í Hvalba.

Tað er danska barnasirkussið, Flik Flak, sum kemur í Roynhøllina at vísa síni kynstur og hetta er fyrstu ferð, at sirkus er í Hvalba.

Sirkus Flik Flak er størsta barnasirkus í Danmark og tey, sum framføra, eru børn og ung.

Umframt í Danmark sjálvandi, hava tey áður havt framførslur í Grønlandi, Íslandi, Kanada og Póllandi og í ár eru tey so komin higar.

Myndin er frá eini venjing, men filmsbrotið er frá eini framsýning