Barnaskrúðgonga í sambandi við Fjølmentarnarvikuni

Mánadagin 28. oktober verður stór barnaskrúðgonga, sum Barna- & Ungdómsøkið í Tórshavnar kommunu skipar fyri, í sambandi við Fjølmentanarvikuni 2024

Tíðindaskriv:

 

Børn úr øllum dagstovnum í kommununi møtast á Ovara vølli í Gundadali kl 10.00.

 

Kl 10.15 fer skrúðgonga úr Gundadali og oman á Vaglið.

 

Ommur, abbar, foreldur og øll onnur eru vælkomin at fylgja gonguni úr Gundadali og oman á Vaglið. Tónleikur, fløgg og gott lag myndar barnagonguna.

 

Á Vaglinum verða røður og undirhald fyri øll.

 

Gongan væntast at vera á Vaglinum umleið kl 10.30 og tiltakið byrjar kl. 11.