Barnatannlækni í Havn í 30 ár

31. oktober 2003 er seinasti arbeiðsdagur hjá Áslu Poulsen barnatannlækna hjá Tórshavnar Kommunu.

Ásla er fødd í Keypmannahavn 12. september 1936. Foreldrini vóru: Sigrid, f. Johannesen, av Torlabrúgv í Funningi, og Hans Pauli Mouritsen, ættaður úr Sørvági. Tey fóru bæði sum ung til Danmarkar og komu saman har, hon gekk á háskúla og hann sigldi.
Ásla varð útbúgvin sum tannlækni á sumri 1960, sum 23 ára gomul.
Hon er gift við Tórbjørn Poulsen, sivilverkfrøðingi og fyrrverandi landsstýrismanni, úr Havn.
Eina tíð í 60-unum búðu tey í Føroyum men fluttu seinni aftur til Danmarkar, har Ásla arbeiddi sum barnatannlækni í Keypmannahavnar kommunu.
Í oktober 1973 bleiv Ásla sett í starv sum barnatannlækni hjá Tórshavnar kommunu. Hetta starv hevur hon røkt nú í skjótt 30 ár. Hon var formaður í Føroya Tannlæknafelag frá 1993 til 1999.
Áslu dámar væl at ganga í náttúruni, og hevur hon í mong ár verið limur í gongufelagnum í Havn, eisini dámar henni væl at arbeiða í havanum.
Hon fylti 67 ár 12. september 2003, og ynskir hon nú at verða loyst úr starvi hjá Tórshavnar kommunu frá 31. oktober.
Ásla og Tórbjørn eiga fýra børn, tey eru: Guðrið, Marjun, Poul Hendrik og Signar Pauli.
Í sambandi við at Ásla nú gevst sum barnatannlækni hjá Tórshavnar Kommunu, verður móttøka í Hornahúsinum fríggjadagin 26. september millum kl. 15-17.