Barnaverndartænastan í Norðoyggjum setur sálarfrøðing

Klaksvíkar Býrað samtykti einmælt undir fíggjarætlanarviðgerðini fyri 2011, at sálarfrøðingur skal setast í starv hjá Barnaverndartænastuni á Sosialu Deild.

Tað varð gjørt eftir tilmæli frá Sosialu Nevnd.

Barnaverdnartænastan metir, at tað er tørvur á einum sálarfrøðingi á Sosialu Deild.

- Fíggjarliga er stórt sæð talan um eina útreiðsluneutrala loysn, tí starvið verður fíggjað av tí játtan, sum í dag er sett av og verður brúkt til keyp av uttanhýsis tænastum til Barnaverndartænastuna, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu Nevnd, við klaksvik.fo.

Starvið sum sálarfrøðingur á Barnaverndartænastuni á Sosialu Deild verður lýst leyst í januar.