Tey sum fara í kirkju í Vesturkirkjuni komandi sunnumorgun, verða henda dagin við til eina vanliga gudstænastu, men sum kortini brýtur eitt sindur frá teimum vanligu. Í eini tíð, har nógv verður tosað um andaligar spurningar og viðurskiftini í fólkakirkjuni, verður henda gudstænastan skipað sum ein gudstænasta sum vendir sær til alla familjuni, og ikki at gloyma børnini.
Umframt tey føstu tingini, ið hoyra til eina gudstænastu, verður eisini nógvur barnasangur á skránni. Her fara nevniliga ein hópur av børnum úr sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum at syngja nakrar barnasangir, ið tey kenna hagani.
Gudstænastan er skipað í samstarvi millum sunnudagsskúlarnar í Vesturkirkjuni, Meinigheitshúsinum og prestin Bergur D. Joensen. Av hesi orsøk er eingin sunnudagsskúli á hesum støðum nú sunnudagin.
Eins og vanligt byrjar gudstænasta í Vesturkirkjuni kl. 11 sunnudagin.