Bátahugnin í Hvalvík stóra undirtøku

Í morgin verður bátahugni í Hvalvík, og her er undirtøkan stór, bæði við bátum og kampingvognum.

 

Í morgin skipar Sundalags Bátafelag fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta hevur í nøkur ár verið eitt afturvendandi tiltak, sum hevur stóra undirtøku millum bátaeigarar og kampingfólk.

 

Tiltakið í Hvalvík er øðrvísi enn tað, vit síggja á teimum størru bátastevnunum sum eru - í hesi raðfylgju - á Toftum, Vestmanna og í Hósvík, tá regatta'in av Eiði kemur til Hósvíkar fríggjakvøld. 

 

Bátafestivalurin á Toftum er hin fyrsti, og hann liggur altíð fyrsta vikuskifti í mai. Síðan kemur stóra bátastevnan í Vestmanna, sum liggur í endanum av mai og at enda regatta'in í august. 

 

Munurin á tiltakinum í Hvalvík og hinum tiltøkunum er, at bátafólk og kampingfólk burtur av í miðdeplinum í Hvalvík. Her eru ikki onnur stevnutiltøk, sum vit kenna tey á Toftum, Vestmanna og Hósvík. 

 

Bátasiglingin byrjar eisini hesaferð út fyri Selatrað klokkan 13.30. Enn einaferð verður tað Heðin Zachariasen, sum bjóðar vælkomin úti á feltinum og siglir á odda norður á Hvalvík í báti sínum, Juvel.

 

Í stóra tjaldinum í Hvalvík verður gott smyrjibreyð við føroyskum viðskera til bæði bátafólk og kampingfólk, og her verður eisini okkurt leskandi. Breyðið er ókeypis hjá teimum, sum hava rindað luttøkugjald á 300 krónur fyri ávikavist báta-ella kampingpláss. 

 

Í ár fáast eisini grillaðar pylsur á økinum, sum Sundalags Bátafelag skipar fyri, og soleiðis kunnu báta-og kampingfólk hesaferð velja - antin tey vilja hava gott smyrjibreyð ella grillaðar pylsur við breyði. 

 

Klokkan 17 fara Ørvaroddar at selja grillaðan grís, og tá kunnu øll keypa. Tá verður tjaldið opið fyri almenninginum, har høvi verður at sita inni ella úti á hugnaliga plattinum við havnalagið og eta. 

 

Hóast bátahugnin í Hvalvík ikki er eitt stevnutiltak í breiðari merking, hevur tiltakið heilt síðan byrjan havt stóra undirtøku millum bátaeigarar, eins og talið av kampingvognum er vaksið ár um ár. 

 

Hesaferð eru einir 65-70 bátar tilmeldaðar, og talið av kampingvognum er stívliga 30. Allir bátarnir liggja við hekkuni móti bryggjuni, og í Sundalags Bátafelag leggja tey stóran dent á trygdina.

 

Um kvøldið verður felagssangur í tjaldinum, sum felagið skipar fyri, og her verður sungið fyri, eins og harmonikur fara at seta sín serstaka dám á tiltakið og kvøldið í Hvalvík. Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Sundalags Bátafelag fer um kvøldið at selja lutaseðlar, og her eru sum altíð nógvir og góðir vinningar.

 

Á havnalagnum í Hvalvík hevur bátafelagið bestu umstøður, og her er eisini felagshús við øllum fasilitetum, bæði wc'um, brúsum og køki, og her eru umstøður til fólk við avbjóðingum.

 

##med2##