Tørvurin á kommunulæknum, sum er kring landið, hevur Klaksvíkar kommuna eisini merkt, men nú sigur borgarstjórin, at tað sær ljóst út í øllum førum fram til komandi vár.
? Vit hava gjørt sáttmála við ein lækna, sum hevur umleið hálvt ár eftir av síni útbúgving. Hann kemur higar at vera kommunulækni í eina tíð, greiðir Steinbjørn frá, men leggur tó afturat, at hesin kemur at virka sum avloysari kortini.
Umframt hetta er tað eina kommunulæknastarvið sett, og ein av avloysarunum, sum hevur verið her í eina tíð letur til at trívast væl í býnum og ynskir at verða í Klaksvík í eina tíð, sambært borgarstjóranum.
? Vit hava eina avtalu við hann fram til apríl, so eg haldi, at ein kann siga, at tað sær bjartari út á kommunulæknaøkinum, sum nú er. Tað stendur í øllum førum ikki so illa til, sum tað hevur, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Fýra kommunulæknastørv eru normerað til norðoyggjar, men sum nú er, er bert tað eina sett. Og so eru tvey av teimum mannað við avloysarum. Kommunan hevur havt eitt tógvið stríð við at halda kommunulæknastørvini sett, men nú letur sum sagt til, at langtíðar avtalur kunnu fáast í hús.
Í oktober ella november verður læknamiðstøðin í Klaksvík klár at taka í nýtslu. Við henni verða karmarnir hjá kommunulæknunum munandi betri.
Steinbjørn Jacobsen, sigur, at hann hevur fingið at vita, at støðin stendur liðug í oktober ella november. Nærri boð enn tað hevur hann tó ikki fingið.
?Sum eg havi skilt, so arbeiða teir nógv við elevatorskaktini nú, annars er tað mest innrættingin, sum teir fáast við, so nú líður móti endanum, sigur Steinbjørn Jacobsen.