Bátaradio á FM1 frá klokkan 14 leygardagin

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Í samband við Bátastevnuna í Vestmanna sendir FM1 beinleiðis frá klokkan 14.

 

Reportarar til sendingina Bátaradio vera Vilmund D. Jacobsen og Petur Asbjørn Lervig.

 

Bátarnir fara av Fútakletti klokkan 14.30.

 

Fleiri av samrøðunum hjá Vilmundi og Petur Asbirni koma út á in.fo.

 

FM1 samsendir við nærvarpið STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna frá klokkan 14 í morgin.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo