Bátastevnan verður miðskeiðis í mai

Fríggjadagin 16. og leygardagin 17.mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna, skrivar Vestmanna kommuna

Eins og undanfarin ár, verður árliga Bátastevnan í Vestmanna miðskeiðis í mai. Sambært heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu hava fyriskiparnir gjørt av at leggja hana fríggjadagin 16. og leygardagin 17.mai.

 

Hesar báðar dagarnar verður borðreitt við ymsum tiltøkum til bæði børn og vaksin. Fríggjadagin verður undirhald til børn, og um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum við navnframum tónleikarum. Leygardagin 17.mai verður sjálv siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna, eins og suppa verður at fáa á keiøkinum eftir siglingina. Eisini verða ymisk tiltøk til børn leygardagin. Um kvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í tjaldinum.

 

Vestmanna kommuna skrivar, at nærri kunning um atgongumerkir, tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar verður løgd út á www.bs.fo seinni.