Batnað gongd hjá rækjuskipum

Føroyski rækjuflotin, sum nú bara telur tvey skip, hevur havt nógv trupul ár á rað.

- Tó er gongdin batnað árini 2010 og 2011. Hóast batar er fíggjarstøðan hjá rækjuskipum ikki góð við árslok 2011.

Tað er niðurstøðan hjá grannskoðarafyritøkuni Nota, sum eisini hevur greinað gongdina hjá rækjuskipum.

Nota sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa neyv hagtøl fyri miðalprísir og veiðinøgd fyri fyrstu tíggju mánaðirnar í 2012.

Tí sigur greiningin hjá grannskoðarafyritøkuni einki um, hvussu gongdin hjá rækjuskipum hevur verið higartil í ár.