Bayern er best í Europa

Fótbóltur: Týska Bayern München endaði 1998 sum besta lið í Europa

Onglendingar bera orð fyri at ganga høgt upp í hagtøl, tá tað kemur til fótbólt. Summir av teimum hava enntá stovnað eitt altjóða felag fyri fótbóltshagfrøðingar, og hjá teimum kemur mangt áhugavert av skafti.

Millum annað verður hvørja viku roknað út, hvørji eru tey bestu og ringastu liðini í Europa, hvør skjýtir flest og fægst mál o.s.fr.

Hetta yvirlitið verður gjørt upp eina ferð um vikuna, og um ársskiftið var týska liðið Bayern München, sum í løtuni er klárt á odda í Bundesliguni, og sum eisini vann sín bólk í Champions League frammanfyri so sterk lið sum Manchester United og Barcelona, best í Europa, um tølini hjá ensku hagtals-»freak?unum« eru eftirfarandi ? og tað áttu tey at verið.

Ringasta liðið í europeisku fótbóltsfamiljuni er í løtuni Hapoel Beit?Shan úr Ísrael, sum er nummar 470 og niðast á europeiska fótbóltslistanum.

Útrokningarnar verða bert gjørdar eftir úrslitunum í hesum kappingarárinum. Tað verður eisini tikið hædd fyri, hvussu sterk kappingin er, sum liðini eru við í, og góð úrslit í Europa Cup-kappingunum gevur bonus. Sum sæst á listanum niðanfyri, eru tað serliga tey týsku, italsku og fronsku liðini, sum eru ovarlaga í løtuni.

1. Bayern München (Týskland), 2. Parma (Italia), 3. Marseille (Frakland), 4. Fiorentina (Italia), 5. Bordeaux (Frakland), 6. Bayer Leverkusen (Týskland), 7. Dynamo Kiev (Ukraina), 8. Roma (Italia), 9. Inter (Italia), 10. Lazio (Italia), 11. Mallorca (Spania), 12. Rosenborg (Noreg), 13. Dinamo Bukarest (Rumenia), 14. Bologna (Italia), 15. Milan (Italia), 16. Celta Vigo (Spania), 17. Partizan Beograd (Jugoslavia), 18. Rapid Bukarest (Rumenia), 19. Manchester United (Ongland), 20. FC Porto (Portugal).

Vert er at leggja til merkis, at hvørki europameistararnir Real Madrid ella finalistarnir Juventus ? fyri at taka nøkur fá ? eru við millum 20 tey ovastu liðini í Europa, hóast fáur man ivast í, at hesi liðini kundu vunnið lið sum Celta Vigo og Rapid Bukarest.

Í hinum endanum av listanum finna vit eitt danskt lið á 467. plássi:

470. Hapoel Beit?Shan (Ísrael), 469. Tyumen (Russland), 468. Maccabi Jaffa (Ísrael), 467. B93 (Danmark), 466. Doxa Katokopia (Kypros).

Tá listin varð gjørdur upp um nýggjársskiftið, hevði Nottingham Forest í Onglandi annars tann ivasama heiður at vera tað liðið í Europa, sum hevði spælt flestar dystir uttan at vinna, tilsamans 17.

CSKA Moskva hevði vunnið flest sigrar á rað, nevniliga 12, meðan AIK Stockholm hevði spælt heili 19 dystir uttan at tapa.

Málríkasta kappingin er tann á Kypros, har 4,01 eitt mál er skotið pr. dyst. Noreg er nummar tvey (3,69 mál pr. dyst), og danska superligan er triðmálríkasta fótbóltskappingin í Europa. Har eru skotin 3,40 mál í miðal í hvørjum dysti. Men hevði føroyska 1. deild verið við í yvirlitinum, hevði hon verið ovast á listanum, tí har vórðu 4,28 mál skotin í miðal pr. dyst í 1998.