Myndugleikarnir í týska landslutinum Bayern umhugsa at geva út bókina Mein Kampf, sum Adolf Hitler skrivaði í 1924. Bayern eigur útgávurættindini til bókina, men tey fara úr gildi í 2015, og tí ætla myndugleikarnir at geva bókina út, meðan teir hava rættindini.
Mein Kampf er ikki bannað í Týsklandi, men av tí at Bayern hevur havt útgávurættindini síðani 1945, hevur eingin kunnað givið bókina út. Til 1945 var bókin seld í 10 milliónum eintøkum.
Í januar ljóðaði, at ein bretskur bókaútgevari, Peter Magee, ætlaði at geva Mein Kampf út í Týsklandi, men í mars staðfesti ein dómstólur í München, at hevði ikki loyvi til at selja bókina í Týsklandi.