Maðurin, sum tók lívið at forsangaranum í The Beatles og friðarelskaranum John Lennon, er møguliga ávegis út á gøtuna aftur sum ein fríur maður.
Mark David Chapman tók eina desember nátt í 1980 lívið av John Lennon, og síðani hevur hann sitið handan læstar dyr í New York. Men nú er møguleiki fyri, at drápsmaðurin verður leyslatin.
Sambært CNN skal tann 55 ára gamli maðurin fyri leyslatingar nevndina í hesari vikuni, og nevndin skal síðani taka avgerð um, um 55 ára gamli maðurin kann verða leyslatin ella ikki.
Fimm ferðir áður hevur maðurin roynt seg hjá leyslatingar nevndini, tó uttan úrslit.
77 ára gamla einkjan hjá John Lennon, Yoko Ono, fer at gera sítt til, at maðurin ikki verður leyslatin. Hon hevur sambært Reuters skrivað eitt bræv til leyslatingarnevndina, har hon heitur á tey um ikki at leyslata mannin.
Orsøkina sigur hon verða, at hon er bangin fyri sínum egna lívið og fyri lívinum hjá hennara børnum.
John Lennon hevði fylt 70 ár í oktobur.