Beatles fyri øll »live« í Badmintonhøllini

Skúlarnir við Ósánna og á Ziskatrøð í Klaksvík Skipaðu fyri konsert og fyrilestri um Beatles í Badmintonhøllini í kl 13.30.

 

Orð og mynd: Dávur Winther

 

Tað var kendi danin Per Wium, sum greiddi frá, meðan Stanley Samuelsen gav sínar tulkingar og frágreiðingar um Beatles og Beatles-tíðina.

 

Tiltakið var fyri 7. ? 10. flokkarnar við nevndu skúlar. Men onkrir nakað eldri Beatles-fjepparar vóru eisini at síggja, sum ikki júst gingu í barna- ella fólkaskúlanum.

 

Konsertin í Klaksvík í dag kann eisini sigast at vera ein upphiting til í kvøld, tá ið teir aftur fara á pall í Norðurlandahúsinum kl 19.00 í kvøld.

 

Annars verða konsert og frásøgn við Per Wium og Stanley Samuelsen, í CaféChill í morgin kl 19.00 og í Ribarhúsi fríggjakvøldið kl 20.