Beckham tapti í debutdystinum

Leingi hevur verið bíðað eftir debut dystinum hjá David Beckham í amerikanska felagnum LA Galaxy, og í nátt kom endiliga løtan, har David Beckham trein inn á amerikanska fótbóltspallin.

 

Enski landsliðsvenjarin, Steve McClaren, var í millum teir knapp 47.000 áskoðararnar á einum útseldum RFK leikvølli í Washington í útidystinum hjá LA Galaxy ímóti DC United.

 

David Beckham byrjaði ikki á vøllinum, men í 72. minutti kom hann á vøllin, tá støðan var 1-0 til DC United. Hann megnaði ikki at venda gongdini fyri nýggja felag sítt, tí 1-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Men fólk fara uttan iva at minnast henda dystin fyri, at David Beckham fekk debut í amerikonsku Major League Soccer.

 

Áskoðararnir hjá heimaliðnum, DC United, eru kendir fyri at syngja bæði hart og leingi undir heimadystunum, og teir høvdu eisini eina serliga heilsan til David Beckham. Teir høvdu nevniliga gjørt eitt risastórt skelti, har tað stóð ?Vit syngja betri enn konan hjá tær.?