Begga Niclasen 90 ár

Mánadagin 27. august verður Bergtóra Vágsheyg Niclasen, vanliga nevnd Begga, í Klaksvík 90 ár.

Begga er dóttir Joen Joensen, vanliga nevndur Jógvan Segl og Henriettu Joensen. Tey fingu 9 børn. 


Begga er einasta av systkjunum, ið livir eftir. Hini systkini vóru: Andrea (f. 1907 d.1962), Jákup Pauli (Peili) (f. 1909 d. 1970), Anna Malena (f. 1911 d. 1990) , Eivind (f. 1913 d. 1915) , Jákup Øster (f. 1915 d. 1973) , Eivilda (f. 1919 d. 1985) , Ragnhild (f. 1922 d. 1990) og Asbjørn (f. 1925 d. 1981).


Í 1947 giftist Begga við Jógvani Niclasen av Fløtti í Kunoy. Jógvan doyði í 1980. Tey eiga tríggjar døtur. Tær eru: Anna, fødd í 1947, var gift við Mads Lützen, tey eiga synirnar Christoffer og Jógvan, sum búgva í Tórshavn. Anna doyði 5. juni í ár. Miðlingasystirin Henni, fødd í 1952, býr í Klaksvík og eigur dóttrina Ingun, sum býr við Langanes á Glyvrum. Yngst av systrunum er Jórun, fødd í 1956, sum er gift við Peri Jacobsen, tey búgva í Klaksvík.


Begga er fødd á Vágsheygnum, har foreldur hennara bygdu fyri hundrað árum síðan. Jógvan og Begga búsettust eisini á Vágsheygnum. Sostatt hevur hon altíð búð á Vágsheygnum. Seinasta árið hevur Begga tó búð á Sambýlinum á Heygnum. Føðingardagin er hon at hitta í heiminum á Vágsheygnum frá kl. 12 til 16.


J