Tróndur S. Olsen og familja hansara eru skelkað. Beiggi hansara, 37 ára gamli Flóvin S. Olsen, var, sambært honum, ein bláoygdur maður, sum ikki visti betri. Tað, sum er komið fram, er ikki tað, sum veruliga er hent, sigur stóribeiggin.
- Sakførarin hevur vissað okkum um, at vit hava einki at óttast. Løgreglan hevur kannað hann væl og gjølla. Hansara telda er skralltóm. Har er, og hevur ikki verið, nakar filmur av naknum børnum ella barnaporno yvirhøvur. Tað er einki prógv fyri, at hann hevur nortið nakað barn, og als ikki neyðtikið eina smágentu. Vápnið, hann hevur átt, er ein felliknívur. Einasta ákæran, sum stendur eftir, er, at hann skuldi havt boðað løgregluni frá beinanvegin, sigur Tróndur S. Olsen.
Tað skolaði sum ein stór flóðalda um Holland. Søgan um 27 ára gamla mannin, sum varð handtikin í fjør fyri at hava framt ógvusligar neyðtøkur av fleiri børnum. Hann var oddamaður í einum bólki fyri pedofilar, meðan hann starvaðist sum pedagogur. Tíðindamiðlarnir vóru á gosi og loftaðu hendingini við eitt. Gølan var høvuðssøga í sjónvørpunum, útvørpunum og bløðunum. Allastaðni.
Mitt í rokinum sat 37 ára gamli føroyingurin Flóvin S. Olsen úr Kollafirði, búðsitandi í Amstelveen í Hollandi. Hansara lív varð fullkomiliga kollvelt eftir fáum døgum. Hann varð skuldsettur fyri at hava átt virknan leiklut í ræðuligu neyðtøkunum. Hann var skuldsettur fyri at goldið 50 evrur, áleið 370 krónur, fyri at fáa útvegað sær eitt barn at neyðtaka og at hava átt barnaporno á telduni.
- Vit vistu væl um skuldsetingarnar, men hansara sakførari vissaði okkum um, at Flóvin var ikki sekur. Vit søgdu einki víðari, og Flóvin var fegin um, at tað ikki var alment í Føroyum. Hann kundi venda aftur til eitt vanligt lív her. Nú hevur sjónvarpið borið skeivar upplýsingar heima í Føroyum. Tað hevur samstundis við sær, at Flóvin er deyður sum menniskja her. Tað er ræðuligt, sigur Tróndur S. Olsen, sum er stóribeiggi Flóvin.
Visti ikki av nøkrum
Tað eru fýra ár síðani, í 2007, at ambitiøsi Flóvin S. Olsen, útlærdur datanom, pakkaði sær viðføri og flutti til Hollands at arbeiða. Hann fekk starv sum KT-frøðingur hjá EDS International í Amsterdam og segði seg trívast væl. Kollfirðingurin fann sær við eitt fleiri vinir, millum annað eina gentu, sum starvaðist á fyritøkuni. Gentan hevur ein beiggja, sum óvitandi Flóvin S. Olsen leigaði sær eitt kamar frá. Har búði hann einsamallur og grunaði einki ilt. Flóvin prátaði sjálvsagt stundum við beiggjan, sum búði í sama húsi. Kollfirðingurin var ofta boðin við, tá maðurin hevði veitslur og annað um vikuskiftini. Onkuntíð tók Flóvin av. Annars vóru teir sjáldan saman.
Í fjør fekk Flóvin varhugan av, at maðurin, hann búði saman við, og vinir hansara eru pedofilar. Hann kom fram á brøv og annað, sum góvu ábendingar um, at sambúgvin hevði barnaporno. Gitingarnar vóru sannar. Flóvin leitaði og sá upptøkur av manninum, meðan hann hevði samlegu við smágentum. Hóast tað, valdi Flóvin ikki at boða løgregluni frá. Hann var bangin. Flutti út og goymdi seg fyri manninum. Sanniliga ein avgerð, hann angrar í dag. Løgreglan fekk frænir av manninum, sum varð handtikin í desember 2010.
Tá málið varð kannað nærri, vóru grovar skuldsetingar reistar móti gott og væl 180 fólkum, sum kendu mannin. Løgreglan fann millum annað fram á navnið Flóvin S. Olsen, sum ikki skilti nakað sum helst.
- Flóvin boðaði okkum frá beinanvegin, og øll vóru illa við. Løgreglan himpraðist ikki og setti stórt trýst á hesi fólkini. Politiið hevur lagt stóran sálarliga ágang á Flóvin. Teir hava millum annað noytt hann at sita nakin í einum rúmi til hann játtaði seg sekan. Løgreglan hevur ikki fingið væntaða úrslitið. Hann vísir øllum aftur. Ákærurnar vóru ógvusligar, og fjølmiðlarnir spældu við. Tað vóru lítil sannindini í tíðindunum, sum miðlarnir bóru fram. Tað vóru mest sum bara upplýsingar, sum eingin visti um. Sakføri hansara hevur einki sagt alment um málið fyri ikki at órógva kanningararbeiðið. Tað vísir seg, at meira løgreglan kannar, betri er støðan hjá Flóvin, sigur Tróndur S. Olsen. Beiggi hansara hevur verið varðhaldsfonglaður seinastu mánaðirnar, meðan stóra málið er kannað. Flóvin Olsen og nógv onnur eru framvegis undir varðhaldi. Ein av teimum skuldsettu hevur gjørt av við seg, meðan ein maður er deyður av ókendum orsøkum.
Sosialurin hevur millum annað lisið á hollendskum tíðindaportalum, at Flóvin S. Olsen og 27 ára gamli maðurin eru giftir og búðu saman í íbúðini. Onkur miðil sigur seg vita, at Flóvin hevur sagt undir einum rættarfundi, at hann elskaði sín mann og hjálpti honum, tí hann bar ótta fyri, at maðurin fór frá honum annars.
- Einki av hasum passar. Hann er heldur ikki samkyndur, sigur Tróndur S. Olsen.
Týsdagin bar Kringvarp Føroya tíðindini um ein 37 ára gamal føroying, sum varð handtikin tann 8. mars í ár fyri at hava framt ógvusliga neyðtøku av einum barni undir fýra ár, at breiða út barnaporno og at eiga ein gassrevolvara. Føroyingurin, Flóvin S. Olsen, hevði játtað seg sekan í ákærunum, segði Kringvarpið.
Ákæruritið, sum Kringvarp Føroya hevði fingið fatur á, er gamalt. Frá tíðini, tá løgreglan reisti ákærur móti 100 fólkum, sum vóru undir illgruna. Løgreglan hevur nú kannað málið nærri, og tað vísir seg, at Flóvin S. Olsen, og fleiri við honum, eru ikki sek, sambært beiggjanum.
- Hann hevur ikki játtað seg sekan í nøkrum. Hatta er íspunnið. Einasta ákæran, sum stendur eftir, er, at hann visti um mannin og ikki boðaði frá. Somu ákærurit er reist móti fleiri persónar, bara nøvnini og bústaðurin er broyttur. Tað er ikki bara Flóvin, sum er skuldsettur fyri hetta, sigur Tróndur S. Olsen.
Skelkað familja
Atfinningarnar hava heglað oman yvir Flóvin S. Olsen seinastu dagarnar. Ágangurin á føroyskum tíðindaportalum hevur verið øgiligur. Summi hava ført fram, at deyðarevsing er einasta rætta revsingin.
Hansara familja fylgir við og harmast stórliga viðmerkingarnar um beiggjan, sum er hongdur út sum pedofil. Fremst av øllum, tí tíðindini, sambært teimum, eru ikki røtt. Hann rópar tað eina vanlukku, at tíðindini, sum sjónvarpið bar, eru framvegis ikki rættað.
- Flóvin er ikki so illa fyri, sum tíðindini vilja vera við. Eg prátaði við hann fyri fýra vikum síðani, og tá lat hann væl at. Vit bíða bara eftir, at hvør revsingin verður fyri, at hann fjaldi mannin fyri politinum. Tað er ikki lætt at búgva í Føroyum, tá slíkt verður sagt og skrivað um teg. Skommin er fullkomin, bæði fyri hann og okkum. Nú royna vit at siga sannleikan, greiðir Tróndur S. Olsen frá.
Kanningararbeiðið verður ætlandi liðugt í desember í ár. Tá fæst at vita, um Flóvin S. Olsen er sekur ella ikki.