Nú brøðurnir Arthur og Jørleif so brádliga vórðu tiknir frá okkum, rann fram fyri meg, hvat ið teir sum smádreingir upplivdu, tá ið mamma okkara í besta aldri, varð tikin frá okkum.
Fyri góðum 67 árum síðani andaðist mamma okkara bert 34 ára gomul. Eftir sat pápi okkara , Jógvan á Støðini, somuleiðis 34 ára gamal, við trimum móðurloysingum 0 ár, 4 ár og 10 ár. Mamma doyði í barsilssong við mær á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Mong eru tey, serliga eldri konur, ið hava sagt mær frá, hvussu ræðulig henda hending rakti, ikki bara tey avvarandi, men alt bygdarfólkið.
Samfelagið var øðrvísi skipað tá, enn í dag. Pápin var tann, ið vann til lívsins uppihald, meðan mamman tók sær av at uppala børnini og øllum tí, sum hevði við heimið at gera.
Tað hevur verið ein tung uppgáva at funnið útav, hvør skuldi taka sær av hesum trimum móðurloysingum.
Loysnin varð funnin, og hon var góð.
Jørleif, ið var elstur av okkum trimum, kom at búgva hjá Jógvani Andreasi mammubeiggja og konu hansara Kittuni, ið búðu inni hjá Jóan Paula abbanum og Petru ommuni.
Miðlingabeiggin Arthur kom at búgva hjá pápanum Jógvan á Støðini og ommuni Annu og fastrini Jenny, ið búðu í húsunum á Støðini.
Eg, sum ikki visti av nøkrum, kom at búgva hjá pápabeiggjanum Hans Davidi og konu hansara Kristionnu.
Allir komu vit beiggjarnir at hava tað gott. Vit fingu nóg mikið av kærleika og umsorgan.
Meg minnist, at fosturmamma mín Kristianna , ið var ein fyrimyndarlig mamma, ynskti, at eg hevði góð og náttúrlig viðurskiftir við mínar upprunaligu brøður, eins og eg hevði við míni fostursystkin. Og tað eydnaðist væl, vit hava altíð havt góð viðurskiftir og følt okkum knýttar, hvør at øðrum.
Um 60 ára aldur, varð staðfest, at Jørleif varð raktur av parkinsonsjúkuni.
Sjúkan versnaði, sum tíðin leið, og hóast Jørleif hevði gott mót, so viknaði Jørleif, sum árini liðu. Kona Jørleif, Sonja, tók sær væl av honum, stuðlaði honum í allar mátar. Men sum tíðin leið og sjúkan versnaði, fór Jørleif fyrst á Vesturstovuna í Fuglafirði, seinni fór hann á Røktar – og ellisheimið í Runavík.
Starvsfólkini á nevndu stovnum eiga stóra tøkk fyri ta stóru hjálp og umsorgan tey góvu Jørleifi.
Hóast vit vistu , hvønn veg tað bar, so varð tað tungt at taka ímóti boðunum um at Jørleif varð farin hiðani . Hann andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eins og mamman.
Jørleif var lættur av lyndi, skemtingarsamur og lættur at vera saman við. Hann var familjukærur og barngóður. Góðar summardagar, dámdi honum at fara niðan fjøllini og njóta føroysku náttúruni, tá ið hon vísti seg frá síni bestu síðu.
Aloftast hevði hann døturnar Siggu Mariu og Maluna við sær. Tær báðar hava mong góð minnir frá slíkum túrum.
Jørleif var musikkalskur, spældi upp á fleiri ljóðføri, dámdi væl at syngja. Sang í sangkórinum og spældi í hornorkestrinum í Fuglafirði í mong ár.
Hann hevði ógvuliga stóran áhuga fyri søgu. Visti ein hóp um Fuglafjarðar søgu , og mong vóru tey, ið vendu sær til Jørleif fyri at verða kunnaði.
Sum yngri var Jørleif til skips. Hann tók skiparaprógv í Klaksvík og sigldi sum stýrimaður við ymsum skipum.
Seinastu árini Jørleif var arbeiðsførur, var hann havnafúti i Fuglafirði.
5. juli, nakrar fáar dagar eftir at Jørleif varð farin, fingu vit deyðsboðini av Arthuri, ið var bert 71 ára gamal.
Boðini komu dátt við, tað kundi ikki bera til, tí Arthur hevði følt seg frískan og ferðugan.
Fyri eini tíð síðani, hevði hann stríðst við krabbamein, men hevði vunnið á sjúkuni, og hevði tað nú gott í allar mátar.
Men vit mugu bert ásanna, at deyðin hyggur ikki at tonnunum og spyr ongan eftir, tá ið hann tekur avgerðir. Vit standa spyrjandi, men vit fáa einki svar.
Arthur var lættur av lyndi, skemtingarsamur, barngóður og setti sína familju í hásæti. Hann var lítillátin , gjørdi lítið burtur úr sær.
Sum heilt ungur fór eisini Arthur til skips. og var í mong ár á sjónum. Seinni fór hann í land, og arbeiddi á flakavirkinunum í Fuglafirði og á Havsbrún.
Hann var arbeiðssamur, hevði ilt við at binda frið, eisini nú hann varð komin í pensiónsaldurin. Hann var álítandi og væl lýddur av teimum, hann samstarvaðist við.
Seinastu tíðina hevði hann tikið sær av ruskstøðini úti á Klovningi, eitt arbeiði, ið hann røkti til lítar.
Missurin hjá hansara dygga stuðli, konuni Malenu, børnunum Vanju, Ann, Unn og Jan við makum og abbabørnum er og verður stórur – tit , ið øll stuðlaðu honum so væl, tá ið hann stríddist við krabbameinssjúkuna, og sum hann megnaði at basa og so aftur nú, hann lá á deyðastrá.
Jørleif og Arthur eru farnir í Harrans hendur, teir verða ikki ímillum okkum meira. Saknurin verður stórur, men minnini eiga vit og hitan frá hondunum, ið sleptu, fara tit, ið stóðu honum allarnæst, at merkja.
Sum yngsti beiggin, fekk eg tann heiður at siga nøkur orð um beiggjar mínar í kirkjuni. Eg nýtti m.a. orðini hjá danska hugspekinginum Søren Kirkegaard, ið eg haldi hóska so væl til Jørleif og Arthur, ið eg loyvi mær at endurtaka í hesum minningarorðum:
Tann dagin tú komst í verðini, grætst tú, meðan tíni næstu vórðu glað.
Liva nú soleiðis, at tann dagin tú fert hiðani, tá gráta tíni næstu, meðan tú sjálvur ert glaður.
Við hesum fátæksligu orðum verður friður lýstur yvir minnini um beiggjar mínar Jørleif og Arthur.
-------------------
Signar á Brúnni