Partur 8
Sum nevnt vóru vit átta brøður, og eru fleiri teirra nevndir í hesi frásøgn. Ein beiggi Sigtór doyði ungur av einum viðføddum hjartafeili, men hinir blivu allir sjómenn, og skal eg nevna eitt sindur um hvønn teirra:
Thorvald var undangongumaður
Eg sigldi nógv við Thorvald, tí er hann longu nokk so nógv umrøddur, men tað sum annars kann sigast um hann er:
Thorvald fór fyrstu ferð til skips í 1930 við Coraliu, har Mortan í Hvannasundi var skipari.
Frá 1930 til hann fer á skiparaskúla í 1942 er hann millum annað við Maritanu, ið Óla Hans Olsen í Gøtu førdi, Dagny, Polarbjørn, sum Thorvald Hjelm í Vági førdi, við Steady, Grottanum og Normanner.
Undir krígnum hevði Thorvald verið við Milly, og var farin við einum øðrum skipi. Tá ið hann kom aftur við hesum skipinum, skuldu hann fara við aftur Milly, men hesin skiparin vildu ikki lata hann fara. Hetta bjargaði hansara lívi, tí Milly kom ikki aftur.
Alfred og Thorvald keyptu í 1952 Norðstjørnina frá Uvak, sum fór á húsagang við Sjóvinnubankaskrællinum, sum tá var. Thorvald førdi hana í eini 10 ár, fiskaði sild um heystarnar, ísfisk um vetrarnar, og hann gjørdist ein av slóðbrótarunum í saltfiskalínuveiðuni í Grønlandi.
Thorvald var eisini slóðbrótari á einum øðrum øki. Longu í 1953 settu teir radara í Norðstjørnuna, sum fyrsta skip í flotanum, burtursæð frá onkrum av teimum stóru trolarunum, sum longu hevði radara, tá ið hann kom til landið.
Hendan fiskiskap helt hann áfram við, tá ið teir høvdu latið stállínuskipið Nornagest byggja í Fraklandi 1961. Thorvald førdi Nornagest, til teir seldu hann í 1973.
Tað var sera sárt hjá Thorvaldi at lata Norðstjørnina frá sær, og hann treytaði sær at skipið í hvussu er ikki skuldi blíva verandi í Havn eftir eina sølu. Hann orkaði ikki at hava tað fyri eyguni, eftir at hann hevði latið tað frá sær. Hon varð seinni søkt.
Thorvald fekk eisini heiðurstekin frá Føroya Landsstýri, har tað stendur:
Thorvald doyði knappliga 5. mars 1975, 59 ára gamal. Hann var tá beint heimkomin av ferð við Hvítubjørn, sum var ein skonnart hjá Kjartan Mohr, við farmi úr Danmark
Leif Wagstein skrivaði millum annað í minningarorðum um Thorvald:
”Sum skipari hevði hann tað orð á sær, at hann var framúr góður sjómaður, og hann var fiskiskipari millum teir bestu.
Í Grønlandi var hann meinkunnugur. Sagt varð um hann, tá ið hann fór gjøgnum skergarðin har suðuri í Grønlandi, at har sum Thorvald sigldi undan, var einki at aftra seg við at leggja aftaná.
At hann legði nógv fyri vistu vit allir, men teir sum sigldu við honum høvdu bert lovorð um Thorvald sum skipara”.
Frásøgn hjá Sofus Poulsen
Ein, sum kendi væl Thorvald, er Sofus Poulsen, sum var í Aberdeen alla ta tíð Thorvald sigldi hagar. Sofus hevur hesa frásøgn um Thorvald:
Ikki var tað altíð líka lætt at eiga skip, umvælingar vóru ofta dýrar. Eina ferð landaði Thorvald í Aberdeen við Norðstjørnuni og neyðugt var at fáa umvælt motorin. Fóðringarnar skuldu skiftast út og okkurt annað var eisini. Eg hjálpti honum at fáa tilboð uppá arbeiðið og fingu vit eitt frá Wood and Davidson Engineers. Tað ljóðaði uppá 1.250 pund sterling fyri nýggjar fóðringar við meira, og hetta góðkendi Thorvald. Teir gjørdu so arbeiðið, og alt var ílagi. Men tá ið rokningin kom til umboðsmann hansara Alex Whyte, var hon ikki sambært tilboð teirra. Eg hitti Thorvald tann fyrrapartin, og hann sigur við meg: "Sofus, nú er verri skil.” Eg spurdi hann hví, jú hann hevði fingið rokningina fyri arbeiðið, og hon ljóðaði uppá 2.500 pund sterling ella dupult so nógv, sum hann hevði góðkent. Eg bjóðaði honum so heim til døgurða og ringdi til Nessie, konuna, at siga, at Thorvald kom heim við mær. Samstundis ringdi eg til Wood and Davidson at biðja um fund við stjóran, sum eg tosaði við og avtalað varð, at vit skuldu koma oman hagar kl 14.
Aftaná ein góðan døgurða fóru vit so oman at hitta John Wood.
Hann var pápi heimskenda Ian Wood, sum er aðalstjóri hjá størsta felagnum í Skotlandi, sum veitir flest øllum oljufeløgum veitingar í um 40 londum. Tað eru túsundir av fólki í tænastu hjá feløgum teirra, Wood Group. Ian kendi eg frá ungum árum, tá ið hann kom í starv at hjálpa pápanum. Teir høvdu eisini seinni eitt tað størsta trolarareiðarí í Aberdeen.
Eg spurdi so, hví rokningin var blivin dupult so stór, sum tilboð teirra var. Hann royndi at umbera seg við, at ymiskt var komið afturat arbeiðnum. Eg segði, at arbeiðið var mett av einum manni, sum var serkønur á økinum, og vit høvdu góðkent hansara tilboð. Vit tosaðu so aftur og fram um hesa rokning og fyri at gera ein langa søgu stutta, so varð rokningin hjá Thorvald broytt aftur til 1.250 pund. Slíkar hendingar vóru ikki ókendar, og tað var okkara uppgáva at hjálpa skipum, sum komu í eina slíka støðu. Ein kann væl hugsa sær, hvør lætti ein slík hjálp merkti hjá Thorvaldi. Upphæddirnar høvdu í dag verið minst 20 ferðir so stórar.
Gott at hava gott orð á sær
Eg kann skoyta uppí eina søgu um Thorvald:
Eina ferð eitt heysti koma vit inn í Íslandi við Norðstjørnini at fáa agn. Tað var agntrot í Íslandi tá. Vit koma inn á Bakkafjørðin og fara at tosa við Kaupfelagsstjóran um at fáa agn. Nei, tað var púra eingin møguleiki fyri at fáa agn.
So spurdi hann eftir Andrassi gamla og Andrias. Tá segði Thorvald, at tað var abbi og pápi hansara. Tá vísti tað seg, at teir høvdu verið so grúliga væl. Hesin hevði verið motorpassari hjá pápa øll árini. Pápi róði jú nógv út í Íslandi. Hann var eini átta ár í Íslandi, har hann var formaður á einum báti, sum kallaðist Bergtóra.
Tá var knappliga eingin trupulleiki. Vit fingu tvey tons av agni, og tað bjargaði okkum túrin. Soleiðis kann tað gangast, tá ið ein gerst væl við fólk.
Alfred var spagliður og sterkur
Alfred var tann elsti av beiggjununm, og tann einasti sum ikki giftist. Hann kom tískil at búgva alla sína tíð í barndómsheiminum.
Higar kom systkin og yngra ættarliðið at ferðast, og Tórun hjá Wolfang tekur til hugnan, sum var at koma norður hagar. Alfred var ein so spakligur og sterkur maður. Hann var altíð so góður við børnini. Tey minnast, tá ið allur riðilin kom norður, og tá ið Alfred fór at buka fisk til gestirnar. Tað var ein rættilig teggja.
Alfred fór eisini til sjós eins og vit aðrir. Hann fekk eina buldruta byrjan til skips. Hann fór við Cathrinu hjá Sofus í Rituvík í 1928, pápi var eisini við. Hetta várið fóru nógv skip tíðliga at rigga til at fara á Suðurlandið, tey fyrstu skipini fóru avstað í februar mánað.
Ein dagin, hetta var 17. mars, stóðu teir við snøri á Selvogsbankanum.
Tað var ikki so nógv kenn beint tá. Pápi sigur við Alfred: ”Far og legg teg eina løtu”. Tað vildi hann kortini ikki.
Tá høvdu teir sæð roykin av einum skipi langt burtur. So kemur ein íslendingur úr lugarinum. Hann sær nú roykin av trolaranum og sigur: ”Hesin trolarin verður okkum at bana”. Hetta sigur hann, hóast trolarin framvegis var langt burtur. Hann kemur nærri og hevur kós beint ímóti teimum. Teir royna at gera vart við seg á ymiskan hátt, men kósin er tann sama. Tað endar við, at trolarin siglir beint á teir. Cathrina fer so illa, at hon beinanvegin fer at søkka.
Tað var so heppið, at veðrið var so gott, at teir fingu lopið beint umborð á trolaran. Pápi var nokk triði síðstur sum leyp. Hann vildi ikki fara av skipinum, fyrr enn Alfred var farin. Tann seinasti sum leyp var Hans Martin, sum var pápabeiggi Rigmor, konu mína.
Tað sum bagdi var, at róðursmaðurin var sovnaður. Skiparin leyp aftur á brúnna. Tá var hann vaknaður við kaldan dreym!
Trolarin var enskur, og hann kallaðist Soranus. Hann var á heimveg við fullari last. Hann vildi sleppa at seta manningina av í Føroyum á leiðini heim. Hetta vildi Sofus, skiparin, ikki, og hann bað um at farið varð á Reykjavík við manningini. Her var sjóforhoyr, og bretski skiparin átók sær alla ábyrgdina.
Alfred var við Dagny sum motorpassari. Hann sigldi eisini undir krígnum. Eitt av skipunum, hann var við, var Phebe.
Eg minnist, tá ið Kyrjasteinur kom í 1937, tá var hann 2. meistari. Kyrjasteinur var nýbygningur hjá Jacob Haraldsen í Fuglafirði, tað var ikki hissini kjansur at sleppa við honum.
Alfred átti sum sagt skip saman við Thorvald, og hann sigldi tískil eisini nógv saman við honum.
Seinni árini fekst Alfred við aling saman við Edmund Joensen.
Ingolvur forlisti fýra ferðir
Sum ungur drongur fór Ingolvur eins og eg sjálvur til Íslands, hann fór at arbeiða á einum bóndagarði. Aftaná tað fór hann við Norðstjørnini hjá Thorvaldi eins og teir flestu beiggjarnir.
Ingolf gjørdist ein sera ungur skipari. Fyrsta skip hann førdi var Norðlýsið, sum nu siglir við ferðafólki. Karl Jensen í Kollafirði var reiðari.
Hann var eisini við Havfrúnni vanlukkutúrin, sum vit hava greitt frá. Aftaná kom hann heilar tríggjar ferðir afturat at vera við í forlissi.
Hann var skipari á Fame, og hann var tann seinasti, sum hevði samband við Stella Argus seinast í oktober 1957, áðrenn hon hvarv.
Hann var eisini við Fame, tá ið hon sakk í Grønlandi 1959. Teir lógu og drógu í mjørka. Teir fáa enda og fara at sigla eftir miðjurúmi. Tá hendir tað, at teir sigla á eitt ísfjall, og skipið fer at leka. Tíbetur var eitt norskt línuskip nærindis. Veðrið var so gott, at norska skipið kundi leggja at Fame, og manningin kundi fara beinleiðis umborð.
Ingolvur var skipari á norska skipinum Flemsøy á sildaveiðu við gørnum í 1959.
Í 1969 var Ingolvur farin eitt ørindi yvir um Sundið við árabáti. Tá ið hann kom yvir um aftur kom ein hvirla, sum koppaði bátin, soleiðis at Ingolvur fekk bátin yvir seg.
Hann var tó so heppin, at hann fekk fast í einum bekki. Hann fekk hildið sær fast, inntil báturin rak inn í fjøruna, og hann fekk bjargað sær uppá land. Tá var hann sera illa fyri. Sigga, kona hansara, sá allan tilburðin úr vindeyganum. Hon sá bátin reka á land og fór rennandi hagar, men møtti Ingolv á veg til hús.
Ingolf var eisini ein av teimum, sum gjørdi vart við seg í línubátatíðini. Hann førdi fyrst Ólav Hvíta, sum hoyrdi heima í Skopun. Síðan førdi hann í nógv ár Sundabúgvan, sum hoyrdi heima í Hvalvík. Hann fiskaði alla sína tíð sera væl.
Hann legðist uppá land í 1972. Tá fekk hann sær arbeiði á landi, og var annars á floti, tá ið høvi beyðst.
Eina fjórðu ferð, hetta var í 1977, varð Ingolf sera nær við at doyggja á sjónum. Hann var farin á Norðhavið saman við tveimum øðrum. Teir liggja og snella, fitt var at fáa. Hetta var í teirri tíðini, tá skip fingu sær sjálvstýrara, og tí kanska vóru minni ansin at hyggja eftir, hvussu tað varð siglt. Knappliga síggja teir ein stóran útróðrarbát koma beint ímóti sær.
Teir royna at gera vart við seg, men eingin umborð á hinum skipinum letst um vón. Tað brestir, og alt í einum liggja allir tríggir mans í sjónum. Ingolvur hevði fingið fatur í stroppin á eini boyu, sum helt honum uppi. Útróðrarbáturin vendi so skjótt hann kundi, og hinir mennir í sjónum biðja teir taka Ingolv upp fyrst, tí hann hevði høvdið niðri í sjónum. Ta ferðina var Ingolf leingi sjúkur, men kom tó fyri seg aftur.
Ingolvur og Sigga fingu sjey børn. Tríggjar gentur og fýra dreingir, sum allir hava verið á sjónum. Hann doyði fyrr í ár.