Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða í Sunda kommunu, 12. – 20. september.
- Vit bjóða øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2025.
Í Sunda kommunu siga tey, at í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu mett verður, at hetta er til gagns fyri borgararnar í kommununi.
- Uppskotini skulu sendast [email protected] innan hósdagin 28. august klokkan 12, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Lagt verður aftrat, at trivnaðarnevndin í Sunda kommunu tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini - ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum áður hava fingið herðaklappið í Sunda kommunu, eru:
2024 Niels Petersen
2023 Magnus á Stongum
2022 Stakkurin
2021 Sofus Debes Johannesen
2019 Andrass Midjord
2018 Edmund Joensen
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar Róðrarfelag
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2012 Asfinn Sigvardsen
2011 Esmar Dahl