Uppreistrarmenn hava dripið 52 sivilfólk í DR Kongo

Uppreistrarfólk, sum hava samband við Islamiskan Stat, hava dripið í minsta lagi 52 fólk í eystara parti av Demokratiska Lýðveldinum Kongo (DR Kongo)

Hermenn frá DR Congo herinum á patruljuferð í eystara parti av DR Congo, har ADF-hernaðarbólkurin er ein av fleiri hernaðarbólkum, sum stríðast fyri jørð og tilfeingi. (Savnsmynd) - Mynd: Filemon Barbier/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir ST-sendistovan í afrikanska landinum.

Kvinnur og børn eru millum ofrini.

Drápini fóru fram í síðstu viku, men fráboðanir um blóðbaðið ikki fram fyrr enn mánadagin.

Drápini vórðu framd av uppreistrarmonnum úr bólkinum ADF, sum vóru vápnaðir við machetum og øksum í økjunum Beni og Lubero, siga ST embætisfólk og lokal embætisfólkini.

ADF hevur stuðul frá hernaðarligu islamistisku rørsluni Islamskur Statur (IS).

ADF er millum fleiri hernaðarbólkar, sum stríðast fyri jørð og tilfeingi í mineralríka eystara parti av DR-Kongo.

Ritzau/Reuters