Verður Beinir Johannesen løgmaður nú sum 29 ára gamal, so verður hann ynskti løgmaður nakrantíð og tekur metið frá Atla Dam, sum gjørdist løgmaður sum 38 ára gamal í 1970.
Beinir Johannesen átti eisini metið sum ynskta tingfólk. Tað metið tók hann í 2019 – eitt met, sum Jákup í Jákupsstovu hevði havt í 74, síðani hann varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1945.
Men hetta metið eigur nú 20 ára gamla Bjørg Brynhildardóttir Egholm í Tjóðveldi.
Beinir Johannesen ásannar, at nógvir møguleikar eru at skipa samgongu. Hann nevnir møguleikan við eini breiðari samgogu, uttan ítøkiliga at nevna flokkarnar. Men hann sær eisini møgueikan fyri øðrum smalri samgonngum.
Enn hevur hann ikki fingið samráðingarleiðsluna frá løgmanni.
– Vit hava tingbólkafund í morgun, og tað hevur Javnaðarflokkurin eisini, so tosa vit saman seinni, sigur Beinir Johannesen.
Spurdur um hann var forskrektur av úrslitinum av fólkatingsvalinum týsdagin viðgongur hann, at tað var ikki sørt.
– Eg hevði ikki væntað, at tað fór at verða so ógvusligt, og at Javnaðarflokkurin fór at fáa so nógv. Men sum Sjúrður Skaale segði, so vóru atkvøðurnar bara til láns – hann takkaði jú fyri lán, sigur Beinir Johannesen skemtandi og sigur, at hann hevði kortini væntað eitt gott úrslit á løgtingsvalinum, hóast slaka úrslitið hjá Fólkaflokkinum á fólkatingsvalinum.
Spurdur um sokalla tjóðarsemjan fer at verða avgerandi fyri, um hann fer eftir Sambandsflokkinum ella Tjóðveldi til eina breiða samgongu sigur hann, at hon sjálvandi fyllir nakað í samráðingunum.
– Men tað sum kemur at fylla hjá okkum verður eisini familjupolitikkur, bústaðarpolitikkur og vinupolitikkur.
– Vit skulu so sjálvandi samráða okkum fram til, hvat vit fáa semju um. Vit eru ymisk á máli um nøkur viðurskifti, sigur hann.
Men fyrsta uppgávan hjá formanni Fólkafloksins verður at kanna lendið fyri nýggjum politiskum samstarvi.
– Men eg bjóði meg fram og taki av, um mær stendur í boði at gerast løgmaður, sigur hann, tá hann beinleiðis verður spurdur um tað.
Spurdur um hann sum løgmaður fer at halda fast við sparileistinum hjá nýskpanarnevndini og avgerðini hjá løgmanni um seks aðalráð sigur hahn, at tað ikki neyðvendigvís verða akkurát seks aðalráð.
– Tað kann verða eitt fleiri ella eitt færri. Hetta er nakað, sum vit fara at gera av í samráðingunum, og tað veldst um, hvussu tann kabalin fer at ganga upp, og allir flokkar skulu føla, at teir hava fingið sín part, sigur Beinir Johannesen.
Spurdur um tað kann enda við níggju aðalráðum sigur hann greitt nei. Og tað verða heldur ikki átta, sigur Beinir Johannesen, sum hevur beina kós í Tinganes sum nýggju løgmaður.










